Av! Ørlig kvinna í rættin fyri at bíta í lingin
Trupulleikar í parlagnum fingu ein ógvuliga óhepnan og løgnan enda fyri ein 49 ára gamla mann í Danmark.
Ein 51 ára gomul kvinna var í dag skuldsett í einari sak, sum má metast at vera av sera pínligum slag. Hetta hendi í rættinum í Odense. Orsøkin til hendingina var, sum skilst, tá tey bæði fóru upp at deilast. Hetta førdi til, at kvinnan helst hevur bitið ógvuliga hart í lingin.
So hart var bitið, at maðurin mátti ein túr uppá skurðborðið í Odense universitetssjúkrahúsi, har hann lá í fullari narkosu í fleiri dagar, skrivar ekstrabladet.dk: