
Atvent – fotoframsýning og bókaframløga
Í sambandi við, at Gunnar Gunnarsson-stovnurin í Íslandi vitjar Bókadagar 2015, verður ein framsýning á Býarbókasavninum.
Hetta eru myndir hjá íslendska fotografinum Sigurjón Pétursson, sum eru svart/hvítar fotomyndir av fjøllunum nærhendis Mývatni, og myndatalvur um høvundin Gunnar Gunnarsson og ritverk hansara.
Fotografurin hevur fingið íblástur úr bókini Atvent eftir Gunnar Gunnarsson, sum forlagið Sprotin gevur út í nýggjari útgávu.
Framsýningin letur upp fríggjakvøldið 20. november kl. 20. Samstundis hevur Sprotin bókaframløgu og upplestur úr Atvent, og Kári Sverrisson framførir.
Myndabókin hjá Sigurjón og bøkur eftir Gunnar Gunnarssyni á føroyskum vera eisini til keyps fyri serprís.
Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin.
Framsýningin er at síggja árið út.