Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Átti at klagað fútan fyri nøl

Verjin hjá Kroatanum, Annfinn Vitalis Hansen, hevur klagað løgregluna fyri fútanum. Vit vita, at hetta er mannagongdin, men vit vita eisini, at einki skott er í millum ákæruvaldið og kriminalløgregluna, sum í hesum førinum hava arbeitt tætt saman, at fella Kroatan.

Í dómhúsinum er heldur einki skott, har flýtur inn í bæði borð. Og har hava tey eina toskatrúgv uppá, at løgreglan veit hvat hon tekst við. Tá dómsvaldið ikki sær ella vil síggja, at ákæruvaldið svikar - tað gjørdu tey í móti Jørgen av Vollanum, Jóannes í Dali, og herfyri eisini í móti einum, sum púrasta ósekur sat fongslaður í 3 mánaðar fyri eina neyðtøku, hann ikki hevði framt, so er so lítið at gera.

Lesið greinina í blaðnum….

------

Greinarnar kunnu keypast við gjalds-kortið fyri kr. 7,50. Hendan tænastan hevur tó ikki rigað í longri tíð, og tí hevur Knassar sett seg í samband við PayPal-skipanina, sum arbeiðir við hesum trupulleikanum. Vit siga frá, tá hetta er komið uppá pláss, og at tað ber til hjá einum og hvørjum at keypa við gjaldskorti uttan trupulleikar:

http://oyggjatidindi.com/arkiv.html

Hava tygum goldið kvartalsgjald, men ikki hevur fingið blaðið sendandi, er orsøkin helst tann, at tygum hava ikki sent okkum telduadressuna. Hava tygum goldið kr. 150,00, so send adressuna her:

oyggjat@olivant.fo

Á hesari adressuni ber eisini til at tekna blaðhald, og fáa blaðið sendandi beinleiðis til tygara teldu, sum ikki hevur nakað við PayPal at gera á verandi støði.