Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú júst tvær vikur eru eftir til Gildið, risastóra elektroniska tiltakið í Tórsgøtu byrjar skráin av føroyskum og útlendskum nøvnum at taka skap. Í dag eru tvey nøvn afturat komin á skránna.

Svenskt/finskt/føroysku Aton og okkara egni Helgi eru við til at gera eina fantastiska elektroniska skrá uppaftur betur.

Aton
Anna Katrin Egilstrøð og svensk finnin Sebastian Edin mannað tvímansbólkin ATON, ið er annað av nøvnunum, ið vit avdúka til GILDIÐ í dag. 

Til GILDIÐ framføra tey sítt nýskrivaða verk “Silence wrapped in hair”, ein sansilig sonisk ferð har orð og ræddir flættast inn í mikro ljóð í einum støðugt skiftandi elektroniskum landslagi.

Anna Katrin er serliga kend úr danska bólkinum Valravn, ið var ein av fremstu Folktronica bólkunum í Norðurlondum fyri nøkrum árum síðan.

Síðan Valravn gavst hevur Anna Katrin m.a. arbeitt við symfoniini Beinta, ið varð frumframførd á Spot Festivalinum í ár, og sum hevur fingið serstakliga góð ummæli.

Helgi
Dan Helgi í Gong ella bara Helgi, hevur verið tráspældur í útvarpinum við lagnum ‘’Lívið er ein fongur’’, ið kom út í januar. Helgi er úr Havn og arbeiðir hann við ljóðlist og tónleiki. Íblásturin handan ljóðmyndina er soul, improvisation, house, genderfuck og Bollywood. Hann spældi til talGildið í Perluni og verður sjálvandi við, tá GILDIÐ verður 2. juli.

Frammanundan er greitt, at Steso, Lover Lover, Nystrøm, URbz, Frostfelt, Martin Falkenberg, Hulda, Hús umframt bretsku The Naked Eye framføra til GILDIÐ.

Atgongumerki fáast í forsølu á reinsariid.fo/gildid/