Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Atløgubryggja við Rætt

Sáttmáli undirskrivaður um atløgusíðu við Rætt.

Nes kommuna og J&K Petersen hava í morgun undirskrivað sáttmála um bygging av atløgusíðu við MJ-Saltsøluna við Rætt á Toftum.

Atløgusíðan verður 20 m long, dýpið er 7-8 m og kostnaðurin er slakar 2 mió. krónur. Tvær byggifyritøkur vórðu bidnar um tilboð, og har hevði J&K lægra tilboðið.

Arbeiðið byrjar í august. Í sáttmálanum er avtalað, at arbeiðið verður liðugt í november.

Nýggja atløgusíðan verður beint við dyrnar hjá MJ-Saltsøluni. Hetta fer at lætta munandi um arbeiðsgongdina, tá ið skip koma at uppskipa salt. Frammanundan hevur verið neyðugt at uppskipa saltið umvegis trailarar, tá ið skip eru komin við salti.

Tað vóru Steinolvur Petersen vegna J&K og Súni í Hjøllum, varaborgarstjóri, sum undirskrivaðu sáttmálan.

Henning Olsen frá Teknistovuni í Gøtu fer at hava eftirlitið við arbeiðinum.