Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Atlit til føroyska vinnu hava ikki økt um kostnaðin av skúladeplinum

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur svarað tveimum fyrispurningum frá ávíkavist Hanusi Samró og Kristinu Háfoss, løgtingslimum, um skúladepilin í Marknagili. Í svarunum uppá fyrispurningarnar, sum liggja á heimasíðu Løgtingsins, verður róð framundir, at ein av orsøkunum til, at so stórur munur var á kostnaðarmetingini og prísinum var, at serlig atlit vórðu tikin til føroyska vinnu. Føroya Handverksmeistarafelag er ikki samt í hesum.

Sonevndu serligu atlitini snúgva seg í fyrsta lagi um, at fyritøkurnar, sum bjóða seg fram, skulu løna starvsfólkunum eftir treytum, sum ikki eru verri enn tær, sum eru galdandi í sáttmálum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Hetta hevur tó alla tíðina verið ein fortreyt fyri arbeiðinum, tí tað er eitt generelt krav til allar almennar útbjóðingar, og eigur tí ikki at koma óvart á almennu myndugleikarnar. Kravið er ásett í rundskrivi frá Vinnumálaráðnum, og hevur sín uppruna í altjóða sáttmála. líknandi krav er at finna í s.v. almennar útbjóðingar í einari røð av øðrum londum, herundir eisini øðrum norðurlendskum londum.

Í øðrum lagi er kravt, at fyritøkurnar skulu hava kunnleika til bygging í Føroyum. Hetta er eitt púra náttúrligt krav, og dømini eru mong um teir trupulleikar, sum kunnu koma, um byggifyritøkur ikki hava kunnleika til serligu føroysku viðurskiftini, herundir veður og vind.

Í triðja lagi er verkætlanin boðin út í 8 arbeiðstøkum heldur enn einari høvuðsarbeiðstøku, so sum ætlanin hjá Landsverki var. Tað er lítið sannlíkt, at verkætlanin er vorðin dýrari av hesum, tí talið á boðum við einari høvuðsarbeiðtøku helst høvdu verið munandi færri í mun til ta lisitatiónina, sum júst hevur verið. Heilt einfalt av teirri orsøk, at tað er avmarkað, hvussu nógvar føroyskar fyritøkur hava fíggjarligu styrkina at bjóða uppá alla verkætlanina. Í hesum sambandi kann tað nevnast, at kostnaðarmetingin byggir á upprunaligu ætlanina hjá Landsverki, sum var at bjóða arbeiðið út í uml. 25 arbeiðstøkum. Hetta varð samlaða føroyska byggivinnan kunnað um á fundi á Hotel Føroyum á sumri 2011. Stutt eftir hetta broytti Landsverk tó áskoðan og vildi nú heldur bjóða alt út í einari høvuðsarbeiðstøku. Tað kann tí heldur ikki vera økta talið á entreprisum, sum hevur ávirkað kostnaðin í mun til kostnaðarmetingina.

Sum tað sæst, er talan ikki um serligar fyrimunir fyri føroyskar fyritøkur. Talan er um viðurskifti, sum eru púra náttúrlig, um verkætlanin skal eydnast væl og um føroyskar fyritøkur yvirhøvur skuldu hava ein møguleika at bjóða seg fram. Omanfyri nevndu viðurskifti eiga ikki at koma óvart á nakran. Føroya Handverksmeistarafelag heldur tað tí ikki vera rætt, at serlig atlit til føroyska vinnu skal hava økt um kostnaðin í mun til kostnaðarmetingina.

Tað er tó rætt, at tað hevur verið eitt politiskt ynski, at verkætlanin skuldi koma føroysku byggivinnuni og arbeiðsmegini til góðar. Ein samd fíggjarnevnd skrivaði í sínum áliti, tá verklagslógin fyri Marknagilsdepilin varð broytt í 2011, at “...eitt av endamálunum við hækkaðu løgukarmunum er at koma føroyska arbeiðsmarknaðinum og byggivinnuni til góða og harvið minka um arbeiðsloysið. Tí heldur nevndin, at landsstýrið í útbjóðing eigur at leggja doyin á hesa meginreglu.”

Føroya Handverksmeistarafelag