Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Atli S. Justinussen valdur í IRF fyri Jógvan Skorheim

Á býráðsfundinum 24. januar 2012 samtykti býráðið at velja Atla S. Justinussen, býráðslim, sum nýtt umboð fyri býráðið í umboðsnevndina fyri IRF, sum Jógvan Skorheim hevur sagt frá sær, nú hann er valdur inn á Føroya Løgting. Sambært Stýriskipanarlógini kunnu løgtingsfólk ikki vera í nevndum og ráðum, sum løgtingið hevur eftirlit við.

Stýriskipanin sigur, at løgtingsmaður skal leggja frá sær øll álitisstørv í nevndum, ráðum og tílíkum, sum eru undir eftirliti landsstýrisins ella, sum landsstýrið hevur skipað hann í, tó undantikin beinleiðis fólkavald umboð.

Jógvan Skorheim hevur tí boðað býráðnum frá, at hann leggur frá sær sum limur í umboðsnevndini fyri IRF, og á býráðsfundinum 24. januar 2012 samtykti býráðið, at velja Atla S. Justinussen sum nýggjan lim fyri Jógvan Skorheim.

Auðunn Konráðsson varð samstundis valdur sum varalimur í nevndini.