Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Atlantsflog útflýggjaði eisini ótollaðar vørur

Á Perluflogi: Hetta hendi bæði í 2011 og í 2015, men hevur enn ikki fingið avleiðingar fyri nakran ávísan persón. Men í blaðgoymslu okkara frá 1982, finna vit dømir um tá føroysk skipafeløg fingu bøtur uppá kr. 270 túsund, fyri brot á tolllógina.

Dan Klein, journalistur
lýsir og greinar

Seinast lagt á netið: 19.10.2015 - 09:28

Nú hava føroysku KvF´journalistarnir, saman við Sveini Tróndarsyni, aftur verið í rættinum fyri at hava ærumeitt Jørgen Niclasen, í fleiri umførum, og vit kunnu siga, at júst hetta gjørdi sítt til, at samgongan vann valið.

Tað, sum ger hetta mál so álvarsamt, er, at málið longu verður avgreitt, tá Skipafelagið fær ábyrgdina fyri at hava útflýggjað vørur úr goymsluni, sum Skat ikki metir eru tollavgreiddar, meðan fyritøkan hjá pápa Jørgen, av góðum orsøkum kundi siga seg vera í góðari trúgv. 

Fútin avger tí ikki at reisa ákæru í móti Jørgen Niclasen. Paradoksið her er, at KvF´journalistarnir fingið hetta skjalprógvað við innlitsbønini, tá greinar úr Oyggjatíðindum komu siglandi niður í føvningin hjá øllum journalistunum, sum so aftur skerpar støðuna um, at Jørgen Niclasen er ærumeiddur.

Men, sum tað hevur verið frammi í fleiri umførum, so var tað ikki óvanlig støða tá, at vørur vóru latnar úr goymslunum uttan at vera tollavgreiddar. Fyritøkur kundu hava tollgreditt, ella fingu vørurnar út uttan at betala tollin.

Úr rúgvuni kunnu vit síggja, at Oyggjatíðindi skrivaði um hetta fríggjadagin, 9. juli 1982. 

Yvirskriftin var: Føroysk skipafeløg fingu 270.000 kr. í bót. Her var undirteksturin: útlevera ofta vørur uttan at tollurin er goldin.

Í greinini stendur, at tað kemur í heilum fyri, at føroysku reiðaríini útlevera vørur til kundarnar hjá sær, uttan at tolllur er goldin frammanundan, og so verður eitt mál hjá Star Schipping nevnt, sum tá liggur í rættinum til avgreiðslu.

Gjaldstovan verður endurgivin fyri at siga, at Star Schipping síðani 1979, hevur leverað vørur fyri millióna upphæddir út, uttan at tær eru tollavgreiddar fyrst.

Langt verður aftrat, at talan er ikki um smávegis tøl.

Gjaldstovan grundgevur víðari í 1982, at landskassin hevur onga trygd fyri, at tollurin verður goldin, og talan kann vera um vørur til eina ella aðra fyritøku, og so verður nevnt, at fyritøkur kunnu fara á heysin.

Men í greinini verður eisini víst til, at Gjaldstovan í 1978, byrjaði at geva reiðaríunum bót fyri hetta ólógliga virksemi, og síðani hava øll fingið tríggjar bøtur í part.

Gjaldstovan hevur bara eitt sokallað mynsturfelag. Talan er um DFDS, sum Gjaldstovan sigur bert fáir slíkir trupulleikar eru av.

Skipafelagið hevði tá, fram til 9. juli 1982, fingið bøtur uppá 10, 20 og kr. 40.000,00.

Trader Line hevði í sama tíðarskeiði fingið bøtur uppá 20, og kr. 30.000,00.

Strandferðslan fekk bøtur fyri 20, 30 og kr. 40.000,00,

Lagt varð aftrat, at allar bøturnar vóru góðkendar av feløgunum.

Í greinini verður eisini upplýst, at síðani hesar bøtur eru givnar feløgunum, eru viðurskiftini batnað anakað, men so leggur Gjaldstovan aftrat, at skjótt er, at reiðaríini byrja at sløsa aftur.

Síðani skrivaði blaðið um ”tollgøluna”, har Skattavaldið royndi at draga Jørgen Niclasen til ábyrgd fyri nakað, Skattavaldið stutt frammanundan, hevði álagt Skipafelagið Føroyar at bøta fyri. Men har var onki grundarlag, avgjørdi táverandi fútin.

Men lat okkum hyggja eftir hvussu støðan í dag er.

Oyggjatíðindi hevur fingið atgongd til innlit í skjalatilfar, sum prógvar, at støðan við at útflýggja ótollaðar vørur, hevur enn sítt egna lív, men her blandar Einglapressan seg ikki uppí.

Biðið varð um innlit í rykkjarar til Atlantic Airways fyri vørur, sum felagið hevur útflýggjað uttan at tollavgreiða. 

Men hetta kundi ikki lata seg gera, og so fekk innlitsumsøkjarin annars eina frágreiðing:

Stutt kunnu vit siga, at av tí at Atlantic Airways er skrásett sum flutningsvirki og ikki sum speditørur, so tollavgreiðir felagið ikki vøru yvirhøvur.

Av tí sama eru eingir rykkjarar at geva innlit í, og vit kunnu tískil ikki ganga innlitsáheitan tíni á møti. Tó kunnu vit upplýsa, at í sambandi við innlitsáheitanina, hava vit gjørt ein lista yvir vørur í tíðarskeiðnum 1. januar 2000 til 1. oktober 2015, sum Atlantic Airways hevur útflýggjað og sum ikki eru tollavgreiddar. 

Talan er um 3 ymiskar sendingar, sum eru komnar til landi tann 28. mars 2011, tann 9. juli 2015 og tann 24. september 2015, sum sambært skipanini hjá TAKS eru útflýggjaðar, hóast tær ikki eru tollavgreiddar, skrivar Taks í teldubrævinum, sum er dagfest 13. Oktober 2015, og sum vit helst fara at hoyra meira um seinni.

Her er sostatt talan um, at Atlantsflog, brýtur inn í vørugoymslu, sum felagið als ikki hevur heimild til, og útflýggjar ótollaðar vørur. Her brýtur felagið sostatt tollllógina, meðan Magni Arge, sum í dag er fólkatingslimur, var stjóri í felagnum, sum tað sæst, brýtur felagið eisini lógina aftaná, at táverandi stjórin er koyrdur úr starvinum.

Atlantsflog útflýggjaði eisini ótollaðar vørur, men hetta hevur verið í einari tíð, tá felagið, sambært KvF, betalti seg til positiva umtalu!?

-----

Tá ið Oyggjatíðindi kom inn á banan fleiri ár aftaná, slepti Taks skuldsetingini, ella kravinum, við "hentleikaumberingini": - Kravið verður slept í móti flogfelagnum, tí talan var um ein "feil". 

Tann greinin er eisini í goymsluni.