Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Atlantsflog og ótollaðar vórur síðani 2011: Nú TAKS-FREE

Dan Klein --- 15.04.2017 - 09:52

Taks hevur síðani 2011 hildið uppá, at Atlantsflog hevur útflýggjað ótollaðar vørur, men tá pressan fór eftir málinum, her í 2015, kom Taks til ta løgnu niðurtøðu, at talan eisini var um ein feil.  Er talan um Cowerup... 

Grein í Oyggjatíðindum, fríggjadagin, 27. november 2015:

Herfyri avdúkaðu vit, at Taks hevði staðfest gjøgnum innlitsbøn, at Atlantsflog , hevði  brotið  inn á goymsluna, og at felagið hevur útflýggjað ótollaðar vørur, bæði í 2011, og í 2015, men avleiðingarnar  verða hildnar í familjuni. 

Hvørki landsstýri, stjóri ella nevnd, hava víst tekin um at rætta uppá ella at viðmerkja gølurnar í flogfelagnum. Vit hava verið í samband við Magna Arge, sum ikki vildi gera viðmerkingar til tíðina, hann var stjóri. Tað vildi Jørgen holme, sum avloysti, Magna, heldur ikki, og tað sama var galdandi fyri hansara nevnd, sum enn situr á skýnum, men við nýggjum stjóra.

Og so kemur tollgølan omaná. 

Taks skrivar:
Stutt kunnu vit siga, at av tí at Atlantic Airways er skrásett sum flutningsvirki og ikki sum speditørur, so tollavgreiðir felagið ikki vøru yvirhøvur. Av tí sama eru eingir rykkjarar at geva innlit í, og vit kunnu tískil ikki ganga innlitsáheitan tíni á møti. Tó kunnu vit upplýsa, at í sambandi við innlitsáheitanina, hava vit gjørt ein lista yvir vørur í tíðarskeiðnum 1. januar 2000 til 1. oktober 2015, sum Atlantic Airways hevur útflýggjað og sum ikki eru tollavgreiddar. Talan er um 3 ymiskar sendingar, sum eru komnar til landi tann 28. mars 2011, tann 9. juli 2015 og tann 24. september 2015, sum sambært skipanini hjá TAKS eru útflýggjaðar, hóast tær ikki eru tollavgreiddar.

Meira um tollavgreiðslu, sambært Taks:
Vøra, sum Atlantic Airways innflytur, verður innflutt á manifesti. Tá ið manifestið verður uppsplittað og transmitterað, er tað býtt út á speditørar, og tað eru hesir, sum skulu tollavgreiða vøruna.

Víðari er at siga, at tá ið vøra verður innflutt, ger útlendski veitarin eitt vøruyvirlit til Atlantic Airways og speditørin. Á hesum yvirliti stendur tal og vekt á teimum colli, sum innflutt verða, og hetta yvirlit er grundarlagið undir manifestinum hjá Atlantic Airways.
 Tá ið flogfarið er komið í Vágar, kannar felagið, um tann vøra er við, sum stendur á manifestinum. Hvørt vøran verður útflýggjað, áðrenn manifestið er uppsplittað og transmitterað til speditørarnar, er ikki so umráðandi, tí tað eru speditørarnir, sum hava ábyrgd av at tollavgreiða hana.

TAKS: Vit tóku feil
Journalisturin, sum fekk innlit í hetta sermerkta tollmál, fekk seinni boð frá Taks um, at tey høvdu gjørt feil. Atlantsflog hevði kortini ikki útflýggja ótollaðar vørur í 2015.

Har er skil í stovninum, men nú hendir tað, at KvF verður tvingað inn í málið, og setir seg í samband við Oyggjatíðindi, og journalistur haðani nevnmir, at hann vil biðja um alment innlit, og so gonmgur tíðin.
Knappliga fær journalisturin, sum fekk innlit í fráboðanina um Atlantsflog og tollgøluna, enn eina fráboðan í samband við innlitsumbønina:

Vit hava enn einaferð eftirkannað listan yvir vørur í tíðarskeiðnum 1. januar 2000 til 1. oktober 2015, sum Atlantic Airways hevur útflýggjað, og sum ikki vóru tollavgreiddar. 

Sagt skal vera frá, at sendingin frá 28. mars 2011 eigur heldur ikki at vera á listanum yvir sendingar, sum eru útflýggjaðar uttan tollavgreiðslu. 

Talan er um ein feil frá okkara síðu.

HokusPokus, so var ongin tollgøla longur.

Vit vita hvør flokkur umboðar fíggjarmálaráðið, og har eru tey nærløgd við treytaleysum mannagongdum, og hvørt av sínum.

Atlantsflog og ótollaðar vørur síðani 2011, gjørdust knappliga  TAKS free.

Aftur ein feilur.