Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Atlantsflog 7,4 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2013

Mjørkin og Egyptaland vóru høvuðsorsøkin til, at Atlantsflog hevði helvtina minni í avlopi í 2013 sammett við 2012. Ferðafólkatalið á rutunetinum og inntøkurnar øktust kortini, og leiðslan væntar eitt munandi betri úrslit í ár

Avlopið hjá Atlantsflogi í 2013 var 7,4 milliónir krónur eftir skatt. Úrslitið er umleið helvtina minni enn í 2012, tá ið avlopið var 14 milliónir krónur eftir skatt.

Fleiri orsøkir eru til, at avlopið minkaði. Avtalan við Atlantis Rejser um at flúgva til Egyptalands gav ikki tað íkast sum ætlað , tí hóttanir og ófriður í Egyptalandi fingu fólk at setast aftur. Nógvur mjørki í Vágum síðsta summar elvdi til nógvar seinkingar og øktar útreiðslur. Eitt flogfar, sum Atlantsflog leigaði, kostaði eisini felagnum pengar, tá ið flogfarið var latið aftur. Harumframt minkaði virksemið hjá Tyrlutænastuni, eins og hægri leigugjøld fyri flogfør og leiðslubroytingar vóru eykaútreiðslur í 2013.

Serliga í fjórða ársfjórðing 2013, tá ið undirskotið var 7,1 millión krónur eftir skatt, merkti Atlantsflog avleiðingarnar av hesum. Undirskotið í fjórða ársfjórðingi 2013 var fimm milliónir krónur hægri samanborið við fjórða ársfjórðing 2012, tá ið hallið var 2,2 milliónir krónur eftir skatt.

Eginognin var 248 milliónir krónur 31. desember 2013, og solvensurin var 51 prosent. Nevndin í Atlantsflogi skjýtur upp, at einki vinningsbýti verður latið fyri 2013, tí felagið í næstum ætlar at keypa partabrøvini aftur frá minnilutaeigarunum. Tó at ársúrslitið versnaði frá 2012 til 2013, so øktust bæði ferðafólkatalið á rutunetinum og inntøkurnar tilsamans. Ferðafólkatalið á rutunetinum hækkaði úr 208.000 í 2012 upp í 225.000 í 2013. Inntøkurnar tilsamans av øllum virkseminum hjá Atlantsflogi fóru úr 501,3 milliónum krónum í 2012 upp í 542,2 milliónir krónur í 2013.

Samanumtikið bera økta ferðafólkatalið og hægri inntøkur bjartskygni við sær, og leiðslan metir, at úrslitið verður munandi betri í ár enn í 2013. Hetta er gott grundarlag at byggja nýggju strategiina á, sum nevndin hevur álagt stjórnini at greiða úr hondum, og sum verður liðug í juni í ár.

-Vit meta, at Atlantsflog er í eini sterkari støðu at halda fram at veita Føroyum eina álítandi og kappingarføra tænastu. Vit halda á at styrkja okkara virksemi við tí endamáli at uppfylla tey ynski og krøv, sum kundar og eigarar vænta, sigur Jørgen Holme, stjóri í Atlantsflogi.

Flogfelagið fegnast um avtaluna við Statoil, tá ið oljufelagið fer undir royndarboringar í føroyskum sjóøki. Føroyska flogfelagið skal flyta starvsfólk ímillum Noreg og Føroyar við flogfari, og tyrla hjá Atlantsflogi skal flyta starvsfólkini út á boripallin.

Seinasta av eldru flogførunum hjá Atlantsflogi av slagnum BAE Avro RJ-100 fer úr flotanum í august, tá ið Malmø Aviation fer at langtíðarleiga flogfarið. Tá hetta flogfarið er farið úr flotanum, hevur Atlantsflog ræði á trimum Airbus 319, tveimum BELL 412 tyrlum, og einari tyrlum av slagnum AW 139, sum flogfelagið yvirtekur í hesum mánaðinum til at brúka í frálandavinnuni í 2014.