Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ben Arabo

Atlantic Petroleum stórt leitivirksemið í løtuni

Atlantic Petroleum boðar í dag frá, at farið er undir at bora Polecat avmarkingarbrunnin (20/4a-11) í bretska loyvi P.1100. Sostatt er felagið í løtuni við í trimum leiti- og avmarkingarboringum.

Loyvið, har brunnurin verður boraður, liggur skamt frá framleiðandi leiðunum Ettrick og Blackbird, ið Atlantic Petroleum eisini eigur part í. Tað er pallurin Transocean GA III ið borar brunnin, ið er mettur at taka umleið 50 dagar at bora. Atlantic Petroleum eigur 20% av loyvinum, og fyristøðufelagið Nexen eigur hini 80%.

Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum sigur, at hann er fegin um at boringin av Polecat er byrjað. Hetta er fjórði brunnur hjá felagnum í ár og styrkir okkara støðu í hesum øki, ið er eitt kjarnuøki hjá felagnum.

Umframt Polecat brunnin er felagið eisini við í Brugdu-borðingini í føroyskum øki og Spaniards East leitingarbrunninum í bretskum øki.