Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Atlantic Petroleum metgott úrslit í 3. ársfjórðingi 2012

Atlantic Petroleum hækkar metingina av framleiðslu og vinningi í 2012.

Úrslitið av primerum rakstri í 3. ársfjórðingi 2012 varð 55,7 mió. kr. (í 3. ársfjórðingi 2011 var tað 32,1 mió. kr.). Úrslitið áðrenn skatt varð 48,9 mió. kr. (í 3. ársfjórðingi 2011 var tað 43,5 mió. kr.). Felagið hevði 298,5 mió. kr. í tøkum peningi við endan á ársfjórðinginum (við ársenda 2011 var hetta talið 114,3 mió. kr.)

Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum sigur:

“Ein framúrskarandi framleiðsla og ein hægri oljuprísur enn vit áður høvdu mett, hava gjørt, at fyrstu 9 mánaðarnir av 2012 blivu metgóðir hjá Atlantic Petroleum. Vit hækka okkara væntaðu framleiðslutøl til 900.000 – 940.000 tunnur (boe), og okkara EBITDAX til 375 – 425 mió. kr. Okkara verandi loyvir, saman við teimum loyvum, ið vit fingu tillutaði í 27. bretska loyvisumfarinum, og tað, at vit nú eru komin innum í Noreg, fer at geva okkum dygdargóðar leitingarverkætlanir framyvir. Hetta ger, at vit nú kunnu hyggja meira eftir nýggjum útbyggingar- og framleiðslu møguleikum, sum kunnu leggjast afturat leiti- og metingarloyvunum, og sum kunnu tryggja felagnum framleiðslu nakað frameftir”.

Netframløga

Í sambandi við at úrslitið frá 3. ársfjórðingi er almannakunngjørt verður beinleiðis netframløga í dag, mikudagin 28. november kl. 12:00 føroyska tíð. Far inn á heimasíðu okkara www.petroleum.fo  áðrenn framløgan byrjar – leinkja liggur á forsíðuni.

 





0.00 does not include shipping & tax