Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Atlantic Petroleum keypir seg inn í sera spennandi írskt leitiloyvi

Føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum boðar í dag frá, at felagið hevur keypt 4% í írska loyvi FEL 3/04, ið liggur út fyri vesturstrond írlands frá ExxonMobil Exploration and Production Ireland (Offshore) Limited. Talan er um eitt sokalla ‘frontier’ loyvi ið merkir, at loyvið liggur í einum økið, ið er rættiliga nýtt í oljuhøpi.

Ein brunnur verður í løtuni boraður á loyvinum. Brunnurin verður boraður í Dunquin North leitingarmiðið í teigi 44/23. Tað er pallurin Eirik Raude ið borar brunnin, og arbeiði fer væntandi at taka nakrar mánaðar. Hetta er fyrsti brunnur ið verður boraður í hesum økinum, ið nevnist ‘Southern Porcupine Basin’. Brunnurin skal kanna eitt ávíst øki í undirgrundini, har møguleikar eru fyri týðandi fundum.

Feløgini ið luttaka í loyvinum eru ExxonMobil Exploration and Production Ireland (Offshore) Limited, ið er fyristøðufelag (25,5%), Eni Ireland B.V. (27,5%), Repsol Exploracion Irlanda, S.A. (25,0%), Providence Resources Plc (16,0%), Atlantic Petroleum (Ireland) Limited (4,0%), og Sosina Exploration Limited (2,0%).

Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum sigur:

“Vit frøðast um at gerðast partur av hesum sera dugnaliga samstarvsbólkinum, og um at leggja Dunquin brunnin afturat okkara leitingarskrá fyri 2013. Tey 4 prosentini vit eiga í hesum leitingarmiðinum kunnu hava týðandi ávirkan á felagið, um brunnurin roynist væl.”

Um loyvið

Dunquin FEL 3/04 loyvið liggur á 1.600 metra dýpi, 150 kilometrar uttanfyri írsku vesturstrondina. 16-ára loyvisskeiðið byrjaði í november 2004. Loyvið fevnir yvir fimm teigar í sunnara Porcupine dýpinum. Týðingar av seismiskum dátum visa tvey risastór djúphavs-leitingarmið. Brunnurin 44/23-1, ið verður boraður í løtuni, verður boraður í Dunquin North, ið er tað eina av hesum miðum.