Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Atlantic Petroleum funnið olju í Orchid brunninum

Atlantic Petroleum boðar í tíðindaskrivi í dag frá, at felagið hevur funnið olju í Orchid leitibrunninum 29/1c-9 í loyvi P.1556, ið liggur í enska partinum av norðsjónum.

Kanningar av brunninum staðfesta, at olja er til staðar í eini kálk formatión, og brunnurin verður nú afturlatin.

Brunnurin varð boraður við boripallinum Sedco 711. Dýpið, har brunnurin liggur, er umleið 290 føtur, og tvey framleiðandi felt, Bittern og Kyle, liggja nærhendis. Tvey mið vóru í brunninum, og olja var funnin í eini kálk flá. Fláin er meira enn 280 føtur til hæddar, og olja varð staðfest við einum miðal poknusstigið sum er 30%.

Nærri kanningar av fundinum skulu gerast fyri at staðfesta støddina, og um fleiri brunnar skulu borast.

Summit Petroleum er fyristøðufelag, og eigur 45% í loyvinum. Atlantic Petroleum keypti seg inn í loyvið í 2011, og eigur 10%. Onnur samstarvsfeløg eru Valiant Petroleum (30%) og Trap Oil (15%).

Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum:

Úrslitið av boringini er gott, men neyvari kanningar skulu gerast fyri at staðfesta um fundið er rakstrarvert. Vit fara nú, saman við okkara samstarvsfeløgum, at greina teir upplýsingarnar, ið boringin hevur givið okkum.