Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ben Arabo, stjóri.

Atlantic Petroleum: Besti ársfjóringur nakrantíð hjá felagnum

Rakstrarvinningurin hjá Atlantic Petroleum í fyrsta ársfjórðingi 2012 tann besti nakrantíð hjá felagnum.

Úrslit av primerum rakstri (EBIT) í 1. ársfjórðingi 2012 varð 65,3 mió. kr. (í 1. ársfjórðingi 2011 var tað 26,7 mió. kr.). Úrslitið áðrenn skatt varð 61,1 mió. kr. (í 1. ársfjórðingi 2011 var tað 16,2 mió. kr.). Felagið hevði 169 mió. kr. í tøkum peningi við endan á ársfjórðinginum (við ársenda 2011 var hetta talið 114,3 mió. kr.).

Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum, sigur, at felagið hevur haft ein ársfjórðing við høgum oljuprísi og góðari framleiðslu. Hetta hevur gjørt at felagið hevur rokkið einum úrsliti av primerum rakstri á 65,3 mió. kr, ið er besta úrslitið higartil hjá felagnum.

Atlantic Petroleum heldur áfram við at menna felagið. Hin 1. mai lat 27. bretska loyvisumfar aftur, og hevur Atlantic Petroleum latið inn 9 umsóknir, har felagið søkir um at fáa tillutað 31 teigar / partar av teigum. Orchid leitingarbrunnurin, ið varð boraður í mars/apríl, rakti við olju. Í juli verður fari undir at bora føroyska brunnin á Brugduni, og seinni í ár er ætlanin at bora Spaniards-brunnin í enskum øki. Felagið hevur ætlanir um at seta fleiri boringar afturat inn í skránna fyri 2012, og er við at leggja skránna fyri 2013 til rættis.

Ben Arabo sigur at felagið hevur eitt spennandi ár fyri framman, har týðandi avgerðir skulu takast um loyvir og menningarmøgulleikar. Felagið hyggur allatíðina eftir nýggjum vakstrarmøguleikum, og við 226 mió. kr. í tøkum peningi (30. mai) er felagið fíggjarliga væl fyri til at gera íløgur, skuldu røttu møguleikarnir víst seg.