ATLANTIC MISSION - norðanfjørðs
Tað er í ár tíggjunda missiónsferðin, hjá Atlantic Mission við Juvél II. Fyrsta ferðin varð gjørd í mai mánaða í 2011, tá farið var til Hetlands. Hesi nýggju árini, sum eru gingin síðani tá, hevur Atlantic Mission við Juvél II vitjað á mongum støðum í Norður Atlantshavi.
Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus
Tlf: +298 228314
gjaranes@gmail.com
v/poul jóhan djurhuus
Tlf: +298 228314
gjaranes@gmail.com
Skrivað: pjd, Glyvrar 22.02.2020
Í 2014 varð vitjað Sunnanfjørðs í Føroyum, har oyggjarnar Nólsoy, Hestoy, Sandoyggin og Suðuroyggin vóru vitjaðar. Nú eru 6 ár liðin síðani, og tað hevur leingi ligið í kortinum at gera eina vitjan Norðanfjørðs í Føroyum.
Avgerð er tikin í nevndini fyri Atlantic Mission at vitjað verður Norðanfjørðs í døgunum 21 apríl til 03 mai í ár. Bygdirnar, sum verða vitjaðar eru í hesi raðfylgju: Í Nólsoy, í Kaldbak, í Hósvík, í Kollafirði, í Miðvági, í Vestmanna, í Haldórsvík og á Eiði.
Faldarar verða sendir í hvørt hús, har kunnað verður um møtir, barnamøtir, vitjanir umborð og tíðirnar, tá skipið kemur í havn. Ætlanin er, sum hevur verið vanligt aðrastaðni, at hava almennar móttøkur, tá skipið kemur í havn, har borgarstjóri ella annar almennur persónur tekur ímóti.
Avtalur verða eisini gjørdar við skúlar og lærarar á øllum støðunum, har lærarar og næmingar verða bodnir umborð. Tá verður kunnað um arbeiði hjá skipinum og hjá Atlantic Mission.