Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Atlantic Airways skal hava fíggjarligan styrk

Atlantic Airways skal sum skjótast í gongd aftur eftir korona, og tí hevur flogfelagið biðið sín einasta partaeigara, Føroya Landsstýri, um fíggjarligan styrk á 100 milliónir krónur

Tíðindaskriv frá Atlantic Airways, fríggjadagur 23. oktober 2020

Atlantic Airways væntar umleið 180 milliónir krónur tilsamans í halli í 2020 og 2021. Tí er neyðugt at styrkja Atlantic Airways fíggjarliga, so at flogfelagið er til reiðar at byggja virksemið skjótt uppaftur, tá korona sleppur kvørkratakinum, sum henda alheimsfarsóttin enn hevur á øllum heiminum.

Atlantic Airways hevur heitt á landsstýrið, sum er einasti partaeigari, um at veita felagnum ein fíggjarligan styrk á 100 milliónir krónur, so gjaldførið hjá felagnum verður hildið á einum støði, sum er nøktandi fyri eitt flogfelag.

- Atlantic Airways skal menna virksemið skjótt aftur, tá korona hasar av, og meðan vit bíða, er tað okkara samfelagsskylda at vera ein trygg loftbrúgv til umheimin, sum m.a. eisini umfatar sjúkraflutningin, ið flogførini eru serbygd til, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways.
 
Skal hava frið at virka
Leiðslan í flogfelagnum hevur m.a. við støði í fíggjarligu gongdini higartil, framrokningum og útsøgnum frá heimsheilsustovninum, WHO, mett, at 100 milliónir krónur geva felagnum neyðuga friðin at røkja sínar samfelagsligu skyldur og at byggja virksemið uppaftur, tá heimsumfatandi korona-kreppan fer at linka.

- Vit fáa sjálvandi einki sagt við vissu í hesum tíðum, men hetta stigið, gevur okkum eitt fíggjarligt skotbrá alt 2021. Vit hava eina grundaða vón um, at virksemið fer at økjast so líðandi næsta ár, og at raksturin er fingin aftur á beint í 2022, sigur Niels Mortensen.

Ferðafólkatalið minkar í ár 53 prosent sammett við 2019 – úr 338.000 ferðafólkum niður í 160.000 ferðafólk. Roknað verður við, at ferðafólkatalið økist úr 160.000 í 2020 upp í 246.000 í 2021, sum kortini framvegis er ein minking upp á 27 prosent, tá samanborið verður við 2019. Mett verður, at í 2022 fer ferðafólkatalið at nærkast ferðafólkatalinum í 2019.
 
Gjaldførið tryggjað
Atlantic Airways hevði eina eginogn á 258 milliónir krónur og 142 milliónir krónur í tøkum peningi, tá korona lammaði allan heimin. Hóast flogfelagið beinanvegin tók neyðug stig fyri at minka sum mest um afturgongdina, so slepst ikki undan einum fíggjarligum smeiti.

 Styrkurin frá landsstýrinum á 100 milliónir krónur er eitt neyðugt átak, sum tryggjar felagnum eina eginogn á 185 milliónir krónur og eitt gjaldføri á 82 milliónir krónur við árslok 2021. Harvið verður solvensurin eisini varðveittur á umleið 30 prosentum.

 - Í roynd og veru svarar henda upphæddin til tær 100 milliónir krónurnar, sum Atlantic Airways í nýggjari tíð hevur lagt út fyri landskassan, so her er talan um eitt gott samspæl millum flogfelagið og partaeigaran, sigur nevndarformaðurin.

Hann sipar til, at Atlantic Airways hevur lagt 30 milliónir krónur út fyri nýggju tyrlurnar, sum eru ein rein samfelagslig uppgáva, umframt tær 70 milliónir krónurnar, sum Atlantic Airways keypti egin partabrøv aftur fyri, tá avgjørt var at taka felagið av børsinum.
 
Repaðu seglini rættstundis
- Tað var alneyðugt at repa seglini, so skjótt korona var ein veruleiki, og vit skulu áhaldandi vera til reiðar at laga okkum eftir broyttum umstøðum, staðfestir Niels Mortensen.

Í løtuni eru samráðingar við eitt flogfelag, sum eftir ætlan skal langtíðarleiga Airbus 319 flogfarið hjá Atlantic Airways. Tá hetta flogfarið er farið úr flotanum, hevur felagið trý Airbus 320 eftir.

Tey bæði nýggju Airbus 320neo flogførini, sum skuldu koma í flotan í 2023/24 eru útsett til 2027/28. Avtala er gjørd við lánsveitarar um avdráttarskáa í 2020.

Tá føroyska samfelagið fór niður í ferð 12. mars í ár, gjørdi Atlantic Airways sítt ítasta at flúgva føroyingar heim úr útlondum, og síðani varð í tveir mánaðir bert flogið sjúkraflutning og aðra neyðuga ferðing tríggjar ferðir um vikuna.

Flest øll starvsfólk vórðu send í serskipanina hjá ALS, og eftir tað slapp felagið tíverri ikki undan at siga umleið 100 fólkum úr starvi, so starvsfólkatalið lækkaði úr 240 niður í umleið 140.

Í summar varð rutuflúgvingin til Danmarkar spakuliga tikin uppaftur, og í løtuni verður bert flogið til Keypmannahavnar og Billund. Tað merkir, at talið av ætlaðum ferðamálum í 2020 lækkaði úr 12 niður í tvey ferðamál.
 
Broytt flogvinna eftir korona
Atlantic Airways er væl fyri at taka virksemið uppaftur eftir korona. Felagið hevur trý nýggj flogfør og er til reiðar at seta fleiri fólk í starv, so hvørt meira virksemi verður.

Men har verða avbjóðingar. Stóru almennu flogfeløgini kring heimin hava fingið milliardastuðul. Nógv flogfeløg eru farin av knóranum, harav summi hava koyrt seg sjálvan á húsagang fyri at byrja umaftur í einum nýggjum felag. Harumframt standa túsundtals flogfør á jørðini, sum kunnu fáast til leigu fyri ein bíligan prís, og tí kann tað loysa seg betur at leiga enn at eiga flogfør.

 - Hinvegin er okkara styrki, at Føroyar væntandi verður ein nissju-marknaður eftir korona, og at vit hava eitt sterkt flogfelag við rætta flotanum og góðum fólkum. Men tað krevst, at vit eru smidlig og skjótt klára at tillaga okkum nýggjar støður komandi árini, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður.

 Hann vísir í hesum sambandi á, at tað er alneyðugt fyri Atlantic Airways, at landsstýrið setir í verk eina afturberingarskipan fyri føroyska flogvinnu, soleiðis at rakstur og kappingarføri hjá Atlantic Airways verða styrkt.

 - Umframt at korona hevur skeiklað flogvinnuna, so er ein onnur sannroynd, at Atlantic Airways kappast ímóti flogfeløgum, sum flyta til láglønarlond – eisini lutvíst norðurlendsk flogfeløg. Hesi flogfeløg vinna alsamt størri part av flogferðsluni í Evropa, so vit skulu ikki vera bláoygd, men heldur taka øll neyðug stig rættstundis, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður.
 
Vinaliga

Atlantic Airways