Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Atlantic Airways setir kós ímóti suðurlondum

Airbus-flogførini hjá Atlantic Airways fáa úr at gera hesa vikuna. Leygardagin flýgur felagið fyrsta túrin til Milano í Italia. Flogfarið er fullsett. Hetta er onnur farleiðin í suðurlond hjá Atlantic Airways. Hin er millum Føroyar og Barcelona. Haraftrat byrjar samstarvið við Atlantic Rejser hesa vikuna.

Fríggjadagin fleyg nýggja Airbus-flogfarið úr Billund til Hurgada í Egyptalandi, í dag gongur leiðin úr Billund til Antalya í Turkalandi og sunnudagin til Sharm el Sheikh í Egyptalandi.

Nýggju Airbus-flogførini hava økt munandi um virkismøguleikarnar hjá Atlantic Airways, og flogførini eru beinleiðis orsøkin til, at felagið hevur gjørt tvær samstarvsavtalur við Atlantic Rejser um flúgving suðureftir frá 2013 til 2016.

Ferðin til Milano leygardagin er eisini eitt vegamót í flogsøguni. Nú ber føroyingum til at flúgva beinleiðis úr Vágum til norðuritalska høvuðsstaðin at skoða verkini hjá so mætum listafólkum sum Leonardo da Vinci og annars njóta matstovur, handilslívið og góða veðrið har.

Úr Milano slepst eisini skjótt víðari til alskyns frítíðarpláss í Italia, eitt nú vatnbýirnar Como og Lecco og Venezia, Gardasjógvin og hövuðsstaðin í Toscana Firenze. Kendastur av hesum býum er helst Venezia, har siglt verður í gondol millum húsini.