Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Atlantic Airways nógv ferðandi í mars

22.600 ferðandi flugu við Atlantic Airways í mars í ár, og tað eru 8 prosent
fleiri enn sama mánað í fjør, tá ið sólarmyrkingin fekk hópin av útlendskum
ferðafólki at leita til Føroya. Stóri vøksturin stavar serstakliga frá
páskaferðslu og súlu-ferðaseðlum.

Vøksturin í ferðafólkatalinum heldur fram. 22.600 ferðandi flugu á rutunetinum hjá
Atlantic Airways í mars, og tað er 8 prosent fleiri ferðafólk, sammett við sama mánað í
fjør.

Sostatt vóru fleiri ferðafólk enn í mars í fjør, tá ið sólarmyrkingin fekk
hópin av útlendskum ferðafólki at leita til Føroya. Stóri vøksturin stavar serstakliga frá
páskaferðslu og súlu-ferðaseðlum, ið skulu nýtast áðrenn 1. apríl í ár, tá súluskipanin
fer í søguna.

Fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár flugu tilsamans 54.800 ferðafólk á
rutunetinum hjá Atlantic Airways, og tað eru 13 prosent meira enn sama tíðarskeið í
fjør, tá ið 48.300 ferðafólk flugu við føroyska flogfelagnum.