Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Atlantic Airways lakari úrslit enn í fjør

Úrslitið eftir skatt hjá Atlantic Airways triðja ársfjórðing í 2011 var 14,7 mió. kr. samanborið við 15,6 mió. kr. triðja ársfjórðing í 2010. Úrslitið eftir skatt fyrstu níggju mánaðirnar í ár var 22,5 mió. kr. samanborið við 8,4 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

Úrslitið triðja ársfjórðing í ár var eitt vet lakari enn í fjør. Hetta komst av, at oljuprísurin hækkaði, og at onki virksemi var í frálandavinnuni. Úrslitið fyrstu níggju mánaðirnar var gott og stóðst av, at felagið gagnnýtti sín kapasitet væl og fleyg nógv fyri útlendsk feløg. "Vit fegnast um vøksturin í flúgvingini fyri onnur feløg uttan fyri Føroyar. Næsta ár hava vit sett okkum fyri at vaksa um tyrluflúgvingina og ferðatilboðini úr Føroyum.

Við nýggja Airbusflogfarinum fáa vit nýggjar møguleikar at veita tænastur og fara at flúgva beinleiðis millum Føroyar og Spania á hásumri," sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways. Fjórði ársfjórðingur er vanliga lakur, og veðrið hevur longu darvað ferðsluni nógv í oktober og november, men felagið hevur vónir um, at úrslitið samanumtikið verður betri í ár enn upprunaliga hildið.

Gongdin í rutuflúgvingini er, at ferðslan minkar nakað úr Føroyum, men veksur til Føroya.

Vøksturin á rutuni til Føroya stendst m.a. av, at Atlantic Airways miðvíst hevur marknaðarført Føroyar sum ferðamannaland. Felagið fekk saman við reklamustovuni Umwelt heiðursløn fyri hesa marknaðarføring.

Eginognin hjá Atlantic Airways var 30. september 244 mió. kr. samanborið við 225 mió. kr. somu tíð í fjør. Umsetningurin var 337 mió.kr móti 305 mió. kr. somu tíð í fjør.

Solvensurin er nú 64 prosent. Felagið fær eitt nýtt Airbus 319 flogfar í mars næsta ár, og hevur í november gjørt avtalu við Íleggingargrunnin um at veita lán fyri 120 mío. krónur til keypið.