Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Atlantic Airways fingið nýggja heimasíðu

Mánadagin 24. juni almannakunngjørdi Atlantic Airways nýggju heimasíðu, ið er bæði frískligari og nýggjari á at líta enn tann gamla

Á nýggju heimasíðuni kunnu viðskiftafólk keypa ferðaseðlar, bóka hotell, leiga bil, kunna seg um veðrið og annars fáa allar hentar upplýsingar um flúgving.

Heimasíðan er sniðgivin soleiðis, at hon hóskar til allar tøkniligar eindir, um so talan er um stórar ella smáar skíggjar.

Ein nýggjur hentleiki er, at nú ber til at broyta ferðaseðlar, skriva seg inn og fylgja við viðførinum á heimasíðuni. Eisini er ferðaætlan á síðuni.

Nýggja tøknin setir allatíðina nýggj krøv um, at fyritøkur laga seg til samskiftisamboðini hjá viðskiftafólkunum, ið gerast alsamt fjølbroyttari.

Í februar í 2013 vóru 13 prosent av øllum vitjanum á heimasíðuni hjá Atlantic Airways umvegis fartelefonir. Í juni í ár var hetta talið økt upp í 27 prosent.

”Vit hava havt tørv á at endurnýggja okkum á hesum øki og fegnast um at kunna bjóða viðskiftafólkum okkara nýggju heimasíðuna. Vónandi verður hon eitt framstig,” sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.