Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Atkvøðan hon er tín!

Valstríðið 2011 nærkast endanum. Demokratia hevur við ymsum átøkum roynt at ávirka politisku flokkarnar, valevnini, miðlarnar og veljararnar til at hava javnari kynsumboðan í politikki frammarlaga í huga. Á uppstillingarlistunum er ein prosentvís framgongd í talinum av kvinnum sum stilla upp, av temum 168 uppstillaðu eru 110 menn og 58 kvinnur. Valevnini eru úr ymsum økjum í landinum, tey hava ymisk yrki, tað eru umleið 50 ár millum elsta og yngsta valevnið og tey stilla upp fyri sjey ymiskar flokkar. Veljararnir hava tí nógv rættiliga ymisk valevni at velja ímillum.

Ofta verður sagt, at: "Eg velji ikki eina kvinnu, bara tí at hon er kvinna". Sjálvsagt skulu fólk ikki gera tað. Tað gera tey heldur ikki, um tey velja ein mann. Jamen, hví skulu vit yvirhøvur hugsa um kyn, hví hevur tað so stóran týdning at fáa javnari kynsumboðan (les: fleiri kvinnur) í Løgtingið? Jú, vit hava brúk fyri ymiskum røddum og vinklum til stórmálini, sum liggja fyri framman at taka støðu til. Vit hava brúk fyri, at bæði kynini eru við at taka ábyrgd og taka neyðugu avgerðirnar.

Í einari íslendskari lýsing fyri øktari politiskari javnstøðu var hetta sagt sera einfalt. Undir myndini av einari kvinnu, sum er politikari, stendur: "Hon var ikki vald, tí at hon er kvinna. Hon var vald av tí, sum hon hevur at bera fram - tað hevur hon, tí at hon er kvinna." Ein annar máti at siga hetta er, sum ein av kvinnunum sigur í lýsingarátakinum hjá Demokratiu: "Ímynda tær, um tað bara vóru teir svørtu tangentarnir á klaverinum, sum góvu ljóð frá sær?!"

Ábyrgdin hon er tín, avgerðin hon er tín, atkvøðan hon er tín - Gott val!

http://www.demokratia.fo/default.asp?show=page&id=2822