Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Átaluvert: ongin føroyingur á hvalaveiðufund

Sambandsflokkurin á Christiansborg: Tað er átaluvert, at Landsstýrið ongi føroysk umboð sendir á fundin í Altjóða Hvalaveiðunevndini sunnudagin at verja føroysk áhugamál og at vera mótvekt til umhvørvisfelagsskapir, sum í hesum døgum eru í hernað ímóti Føroyum

- Vit eiga dugnalig embætisfólk, og tað er so upplagt, at okkurt teirra verður sent á fundin í Altjóða Hvalaveiðunevndini, ið byrjar sunnudagin.

Hetta sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, í sambandi við, at Landsstýrið ætlar, at ongi føroysk umboð skulu vera partur av ríkisins sendinevnd, ið fer á árliga fundin hjá Altjóða Hvalaveiðunevndini, IWC.

Fundurin í IWC verður í Panama City 1.-6. juli.

Júst í hesum døgum streingja umhvørvisfelagsskapir á fyri at sáa split í støðuna í Ríkisfelagsskapinum, har ið øll trý londini standa saman um hvalaveiðupolitikkin.

Felagsskapirnir leggja við herferðini "Breaking Ranks" trýst á ES-landið Danmark fyri at fáa Danmark at taka undir við ES-hvalaveiðupolitikki og harvið at sleppa felags støðuni í Ríkisfelagsskapinum.

Harumframt seta felagsskapirnir Føroyar í eitt keðiligt ljós sum eitt illavorðið lítið land, ið skapar konfliktir í Altjóða Hvalaveiðunevndini.

- Hetta átti at sagt Landsstýrinum, at tað er neyðugt hjá føroyingum at møta upp í IWC sum partur av ríkisins sendinevnd. Almennu Føroyar mugu hava eitt munagott mótspæl til ódámligu og manipulerandi herferðina, og føroysku áhugamál mugu verjast best møguligt, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður.

Hann heitir á Landsstýrið um at umhugsa støðu sína av nýggjum og at senda føroysk umboð á fundin hjá IWC í Panama City.

Les eisini:

Frágreiðingin "Breaking Ranks"

Greinir:

Her eru heilarnir aftan fyri hvalaherferðina

Villeiðandi herferð: grønlendingar veiða hval til fullar frystiboksir** Hvalafriðing í Suðuratlantshavi lítlan týdning fyri Føroyar

Fýra umhvørvisfelagsskapir gera felags álop á Føroyar

Konflikt áðrenn hvalaveiðufund má ruddast av vegnum

Tak niður:

Plakat/innbjóðing til kjakfundin í Europaparlamentinum um Føroyar, Danmark og Grønland

Slóðir:

CITES-konventiónin

Pro Wildlife-heimasíða

Environmental Investigation Agency (EIA) um "Breaking Ranks"

Whale and Dolphin Conservation Society (WDCS) um "Breaking Ranks"

Humane Society International (HSI) um "Breaking Ranks"

Altjóða Hvalaveiðunevndin (IWC) um árliga fundin í juli 2012

Skjøl til fundin hjá IWC í juli 2012

Europaparlamentið

Meira:

Edmund Joensen á Facebook