Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Átak um fýrverk

Brúkaraumboðið hevur gjørt av at fremja eitt tiltak við vón um at forða brot á marknaðarføringslógina í sambandi við komandi útboð av fýrverki. Í hesum sambandi hevur Brúkaraumboðið sent eina kunning um tess fatan av lógligu prísmarknaðarføringini av fýrverki.

Fýrverk er ein vøra, sum verður seld í einum sera avmarkaðum tíðarskeiðið. Fyri at fráboðaður avsláttur ikki skal verða villleiðandi og óveruligur, skal vanligi prísurin hava verið galdandi í eitt longri tíðarskeið beint undan fráboðanini um avslátturin. Tá talan er um vørður, sum verða seldar í einum avmarkaðum tíðarskeiðið, skal vanligi prísurin, sum tilboðsprísurin vera samanborin við, hava verið galdandi í minsta lagi 4 samanhangandi vikur.

Grunda á, at tíðarskeiðið fyri fýrverksølu til vanliga føroyska brúkaran bert er nakrar fáar dagar um árið, er tað ikki sambært marknaðarføringslógini møguligt hjá fýrverkseljarum at lúka treytirnar fyri at fráboða avsláttur og príslækkingar. Útsagnir um avsláttur og príslækkingar í sambandi við sølu av fýrverki kunnu tí ikki metast at hava eitt veruligt innihald.

Átakið er ætlað teimum, sum hava ábyrgd av umsóknunum um loyvi til sølu av fýrverki.