Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

At víðka upplatingartíðirnar á dagstovnunum er ikki so heilt einfalt

Tað er gleðiligt at vøggustovur, barnagarðar, frítíðarskúlar og ungdómshús fáa rúmd í kjakinum, nú tað stundar til kommunuval.

Serliga er tað gott at hoyra, at fleiri røddir eru, ið ynskja at bøta um “tænastustøðið” við at hækka góðskuna. Eitt nú við at lova fleiri tímar til børnini, at hond skal takast um fyrireikingartíðina hjá starvsfólkunum, soleiðis at børnini kunnu vera undir betri skipaðum umstøðum.

Men, kenni eg meg noyddan staðiliga at ávara ímóti í blindum at víðka upplatingartíðir á stovnum uttan at ein verulig meirjáttan verður latin stovnunum fyri at kunna røkja hesa uppgávu. Tað er serliga her, at trupulleikin við einum manglandi normeringslykili veruliga ger um seg.

Dømi um tað er at 10 vøggustovubørn, tað merkir børn undir 3 ár, útloysa eftir vanligu vegleiðingini 100 starvsfólkatímar um vikuna. Hesir tímar vera vanliga játta, sum støðan er í dag, óansæð hvussu leingi ein stovnur hevur opið í 50, 55 ella 60 tímar um vikuna.

At víðka um upplatingartíðirnar vil, undir verandi skipan viðføra at hvørt einstakt barn fær minni tíð saman við teimum vaksnu. Samstundis, sum tey vaksnu gerast meira strongd av at tey ikki hava nóg nógva tíð til tað einstaka barni. Fleiri uppgávur – størri játtan, heilt einfalt.

Sjálvandi mugu tímar fylgja við um upplatingartíðirnar víðkast, og tá mugu flestu kommunur gera broytingar í teirra rokniørkum, fyri at nøkta hesum broytingum.

Vit kunnu bert tilmæla at ein veruligur normeringslykil verður játtaður, soleiðis at vit kunnu veita børnunum trygd fyri at góðskan er í hásæti hjá teimum, tá ið tey eru á stovni. Eisini mugu greiðar reglar gerast um hvussu leingi eitt barn kann vera á stovni, so teirra barnalív ikki verður merkt av strongd.

Dømi:
10 vøggustovubørn, tað merkir børn undir 3 ár, útloysa eftir vanligu vegleiðingini 100 starvsfólkatímar um vikuna. Sum støðan er í dag, verða hesir tímar játtaðir óansæð hvussu leingi ein stovnur hevur opið í 50, 55 ella 60 tímar um vikuna.