Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

At taka ábyrgd av fíggjarstýringini í Tórshavn

Tórshavnar kommuna hevur verið í støðugari menning seinnu árini. Hetta er sjálvandi nakað vit, allir borgarar eru sera fegnir um.

Tað er tann kostnaðurin hendan menningin hevur havt við sær fyri einstaka borgarin, sum eg í hesum lesarabrævinum vil seta á breddan.

Hyggja vit eftir, hvussu menningin av býnum er framd, síggja vit, at hon er fíggjað við lántøku. Seinastu trý árini er skuldin hjá Tórshavnar kommunu vaksin. Við øðrum orðum hava vit livað yvir evni við sitandi meirluta í býráðnum. Hetta letur seg gera í styttri tíðarskeið, men nú mugu vit steðga gongdini, áðrenn rentubyrðan verður ov tung at bera til stóra skaða fyri tænastustøðið hjá kommununi.

Gongdin, sum sitandi býráð hevur fylgt, er ikki ein varandi loysn, hvørki fyri kommununa og ei minni fyri okkum borgarar, sum í seinasta enda skulu rinda fyri, at skuldin verður afturgoldin. Tískil má gongdin steðga og tað vil eg, sum títt álit í býráðnum, arbeiða fyri.

Tað er av alstórum týðningi, at tænastustøðið í kommununi ikki versnar. Sum býráðslimur vil eg arbeiða fyri, at vit aftur fara at føra tann ábyrgdarfulla fíggjarpolitikk, ið Sambandsflokkurin altíð hevur verið garantur fyri í Tórshavnar kommunu. Hetta vil føra til, at vit sleppa undan at nýta skattakrónur til rentur, men hevði verið betri nýttar til at bøta um ymsastaðni í kommununi.

Høgni Mikkelsen

Valevni Sambandsfloksins til

Tórshavnar Býráð