At gera sankutøð/kompostera úr køks- og matleivdum
Sum meginregla skal innsavnan av køks- og matleivdum til sankutøð hjá kommunum og feløgum, fara fram í góðkendari sankutøðskipan.
Hvat er køks- og matleivdir?
Talan er um allar matvøruleivdir, eisini brúkt matolja, sum koma frá matstovum, matur út av húsinum (katering), stovnskøkum og húsarhaldskøkum.
Sum meginregla skulu køks- og matleivdir komposterast á einum góðkendum sankutøðvirki. Tó kunnu privat húsarhald sjálvi gera sankutøð undir serligum treytum.
Krøvini, ið verða sett, skulu fyribyrgja møguligari smittu frá matleivdum, sum stava frá djórum, til húsdjór.
Serligar treytir í Føroyum (til góðkendar sankutøðskipanir)
Í Føroyum er ridluskriði staðfestur fleiri staðni og einki góðkent sláturvirki er, sum kann tryggja, at serliga smittandi vevnaður frá seyði við ridluskriða (SRM) verður burturbeindur á rættan hátt.
Um serliga smittandi vevnaður frá seyði við ridluskriða er partur av matleivdunum - sum verða komposteraðar - er vandi fyri at spjaða ridluskriða runt í landinum, tá hesi sankutøð verða brúkt. Tískil ber ikki til at lata matleivdir við seyða -og geitakjøti til komposteringar, soleiðis sum viðurskiftini eru í dag.
Góðkendar skipanir til at gera sankutøð (kompostskipanir)
Skipanir sum innsavna og/ella gera sankutøð, skulu hava eina góðkenning frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Krøv til hesar skipanir eru millum annað:
Greitt avmarkað øki skal vera ásett
Yvirvøka av tíð og temperatur
Frástøða til djórahald
Fyribyrging av skaðadjórum
Handfaring av rávøru og liðugtvøru
Mannagongdir fyri reinhald
Nýtsla av sankutøð frá góðkendum skipanum
Um sankutøð skulu nýtast á landbúnaðarjørð/øki skal lendið ikki bítast av húsdjórum ella sláast til fóður, fyrr enn 21 dagar eru farnir.
Hava tit ætlanir um at gera sankutøð, skulu tit seta tykkum í samband við HFS, áðrenn virksemið byrjar á hfs@hfs.fo ella tlf. 556400.
At gera sankutøð úr køks- og matleivdum heima, sum privatpersónur
Tá tú ger sankutøð úr køks- og matleivdum, t.d. saman við burturkasti úr havanum, skal tú halda teg til tær leiðreglur kommunan hevur ásett.
Tílíkt virksemi skal ikki góðkennast av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Tó eru serligar treytir, ið skulu haldast, um sankutøð skulu gerast heima. Hesar treytir eru:
Køks- og matleivdir skulu vera blivin til sankutøð, áðrenn tey verða brúkt.
Sankutøðini skulu brúkast í tí húsarhaldi, har matleivdirnar koma frá, og mugu ikki flytast til onnur støð.
Sankutøð mugu ikki brúkast har samband er við húsdjór, tvs. høsn, gæs, seyð, heimalomb osfr..
Sankutøð mugu ikki brúkast á landbúnaðarjørð.
Hesar treytir eru fyri at fyribyrgja smittuspjaðing frá køks-og matleivdum, sum stava frá djórum, til húsdjór.
Gevið gætur
Áðrenn tú byrjar at at gera sankutøð, eigur tú at seta teg í samband við tína kommunu um møgulig krøv. Krøvini hjá kommununi kunnu vera strangari enn krøvini hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Sankutøðskipanir skulu møguliga hava eina umhvørvisgóðkenning, og tí skulu tit eisini seta tykkum í samband við Umhvørvisstovuna um hetta.
Lóggáva
Krøvini, ið víst verða til her, eru úr hjáframleiðslukunngerðini, kunngerð nr. 99 frá 2006 um hjáframleiðslu og úr djórasjúkulógini , løgtinglóg nr. 16, frá 23 feb. 2001 um djórasjúkur.