At gera film í Føroyum
Duga vit at gera film í Føroyum? Kunnu vit, í filmslistarligum høpi, metast at vera á jøvnum føti við grannalond okkara? Og hvat skal til fyri at leggja lunnar undir og stimbra ein sjálvrekandi føroyskan filmsídnað?
Tikið verður samanum tað, ið higartil er framleitt av føroyskum filmstilfari, hvat verður framleitt í løtuni, og hvussu framtíðarútlitini eru hjá Føroyum sum filmsídnaðarland.
Lagt til rættis hevur Jóannes Lamhauge.
Kemur í sjónvarpið hóskvøldið 26. januar kl. 19.30