Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

At fylgja Jenisi ella Jesusi?

Valið er títt, og valið átti at verið lætt.

Tí Jesus segði og sigur, at hægsta boð er, at tú skalt elska Guð treytaleyst, men hann sigur samstundis, at eitt annað boð er, ið er líka so høgt, og sum ljóðar: Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg. Legg merki til, at talan eru um boð, og at orðið skalt er í báðum boðunum (ikki kanst) og so eisini, at bæði boðini eru eins høg.

Og tá maður spyr, hvør næstin er, fortelur Jesus líknilsi um: Hin miskunnsama samáriubúgvan. Síðani spyr Jesus mannin, hvønn hann heldur vera næstan hjá honum, ið fallin var í ránsmannahendur. Og tá maðurin vísir á samáriubúgvan, nikkar Jesus og biðjur hann fara og gera á sama hátt.

Elska Guð og elska næstan eru hægstu boð. Soleiðis segði Jesus, so har kann als eingin ivi vera í, ella spurnartekin sett við sannleiksvirðið

Men Jenis og hansara skari halda ikki, at tað er í lagi at elska øll. Tey vilja sjálv avgerða, hvørji, ið eru góð nokk til at vera innanfyri hegnið, og hvørji, ið skulu haldast uttanfyri. Framferðarhátturin er bæði ókristiligur, ómenniskjansligur og óparlamentariskur. Tey selja rættin hjá nøkrum, ið Skaparin hevur skapt ørvísi enn fjøldina, fyri nakrar atkvøður. Jenis kallar seg kristnan, men hann fylgir ikki Kristusi, men fremur ókristi verk fyri egnan vinning.

Vónandi fellur roðslan frá eygum hansara, so hann má kunna koma inn á røttu kósina nú ella seinri.

Dagfinnur Danbjørg.