Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Asosial avrik

Avrik valdast. Tí tað snýr seg ikki um mongdina av avrikum, men um góðskuna. Vøo. kunnu vit spyrja um politisku avrikini gagna Føroya fólki sum heild, ella um tey stórt sæð einans eru skræddaraseymaði til føroysku yvirstættini og teirra sameindu, meðan fjøldin - sum annars drívir verkið - einans skal leggja rygg til fyri at verkið kann verða útint? Sjálvandi fáa tey so mikið afturfyri, at tey kunnu blíva við at stríðast fyri tey útvaldu og seta børn í verðina, so kapitalurin framvegis kann skaffa sær tær hendur, ið hann fær brúk fyri nú og í framtíðini. Hetta er orsøkin til, at tey yvirhøvur fáa nakað.

Flatskattur, sosialpolitikkur, mentanarpolitikkur, fiskivinnupolitikkur bert fyri at nevna nøkur fá avriksumráði - uttan at fara í smálutir -, so vita øll, sum hava fylgt við, at øll tey framdu avrikini sum grundarlag byggja á høgraradikalan fíggjarpolitik, har tey, sum longu hava, skulu fáa, meðan tikið skal verða frá hinum. Tílikt er asosialt og fullkomuliga óacceptabult.

Mong pakka kuffertið og fara avstað. Fleiri fara at fylgja eftir. Fúl skomm, at okkara fólk skal verða tvingað til at siga føðilandinum farvæl, einum landi, sum teimum allarflestu dáma sera væl, men har stóru virðini , ið annars eru ríkiligt til av, soleiðis at hvør einasti føroyingur kundi fingið meira enn nokk at húsast fyri, verða býtt so himmalrópandi ójavnt, at tað meira enn so kemur fyri, at stór og smá mugu fara svong til songar. Sum eitt sokallað kristi land, áttu vit at vita, at ríkidømið av øllum handa slagi er okkum givið fyri onki. Kanska eiga tey svongu sín part?

Men hvussu leingi aftrat, skal svarta, krøkjandi , krámandi og køvandi hondin hava høvi til at fremja síni asosialu avrik? Vónandi fer onkur í samgonguni, sum hevur hjarta nakað yvir ímóti vinstru síðu, og sum enn hevur eina tríkantaða samvitsku, skjótt at sláa nevan í borðið og siga: Hertil og ikki longur.

Vit mugu annars liva í vónini um, at myrkrið skjótt lættnar, og at tað lýsnar í eystri, so at sosialt ábyrgdarfull kunnu taka róður í hond og sigla sigurskós móti frælsi, javna , systir- og brøðralagi.

Dagfinnur Danbjørg.