Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Áskoðaravirðisløn fyri føroyskan film

Jógvan Arge, formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs:

Mentamálanevndin hjá Tórshavnar kommunu varð spurd, um hon vildi stuðla Áskoðaravirðislønina, sum nú skal latast einum føroyskum stuttfilmi á hvørjum ári.

Vit høvdu málið fyri á fundi mikudagin, og tá varð einmælt samtykt at játta 15.000 krónur til virðislønina, sum verður latin føroyska filsmdagin 11. december.

Hetta skal síggjast sum ein liður í býráðsins vilja til at stuðla upp undir føroyska filmslist og føroyska filmsgerð.

Tórshavnar kommuna hevur í fleiri ár verið góður stuðul hjá filmsverkstaðnum Klippfisk her í Havn, og vit halda, at so væl er komið burturúr, at tað er ikki meir enn nattúrligt, at vit luttaka í Áskoðaravirðislønini.

Tað serliga er við eini slíkari virðisløn, at tað verður publikum, sum ræður. Tað verða ikki tey ella teir á Parnassinum, sum út frá sínum fortreytin fara velja vinnara, men tann almenningurin, sum møtir upp í Norðurlandahúsinum 11. desember á hvørjum ári.

Vit halda, at tað er ein góð viðurkenning at fáa herðaklapp frá almenninginum.

Tann størra og meiri fakliga virðislønin Geytin verður uppkallað eftir Herálvi Geyta, kollfirðinginum, sum ferðaðist um landið alt og vísti film. Eg haldi, at navnið er væl valt.

Tað kundu ivaleyst verið nógvir filmsáskoðarar at kalla upp, men satt at siga, so haldi eg, at heitið Áskoðaravirðislønin er eitt gott heiti.

Tað sigur nágreiniliga, at talan er um eina heiðursløn, sum áskoðararnir taka avgerð um – millum teir filmir, sum verða á skránni føroyska filmskvøldið, tá virðilsønirnar verða latnar.

Fari vegna mentamálanevndina at ynskja tykkum góða eydnu við átakinum og við filmslistini sum heild. Hvør ið fær virðislønirnar fáa vit fyrstu ferð at vita um tveir mánaðar.

---