Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Áskoðaraskýlið við Djúpumýru – stormskaðin verður nú umvældur

Avtala er nú gjørd við Norðhús um at umvæla stormskaðan á tekjuna í áskoðaraskýlinum við Djúpumýru, sum verður liðugt umvælt 20. juli 2012, upplýsir Heri M. Hammer, býarverkfrøðingur.

Ein av stormunum í vetur gjørdi stóran skaða á tekjuna í áskoðaraskýlinum við fótbóltsvøllin við Djúpumýru, har tað av hesari orsøk hevur likið rættiliga illa yvir áskoðaraplássini.

- Serliga í summarhálvuni er nógv virksemi á stadionøkinum og til tíðir eisini nógv fólk í áskoðaraskýlinum, og vit hava eisini fingið fleiri fyrispurningar um, nær hesin skaðin verður umvældur, sigur Heri M. Hammer, býarverkfrøðingur.

- Av ymsum orsøkum hevur arbeiðið av umvæla skaðan drigið út, men nú er avtala gjørd við Norðhús um afturgerð av tekjuni á skýlinum, og arbeiðið skal verða liðugt í viku 29, t.v.s. 20. juli 2012.