Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Asfaltdagurin 2019 varð hildin á Hotel Føroyum

Fríggjadagin skipaði Landsverk á øðrum sinni fyri ráðstevnu um asfalt, ið kallast Asfaltdagurin 2019. Í ár var evnið ‘Gott asfalt – eitt tvørfakligt liðavrik’.

Landsstýrismaðurin, Heðin Mortensen, setti Asfaltdagin 2019 og segði millum annað, at: ’Aðalhugsanin hjá Landsverki er, at allir aktørar í hesi vinnu spæla væl saman, so brúkararnir fáa eina góða vøru, ið kemur okkum øllum til góðar.’ 

Landsstýrismaðurin legði afturat og segði, at:’ Asfalt er jú nakað, vit øll hava eina meining um – bæði tá ið vit fegnast um ein vælhildnan ella ný-asfalteraðan veg, og tá ið vit ilskast inn á holutar og slitnar vegir. Verður arbeiðið gjørt væl frá grundini, soleiðis at undirlag, asfaltblanding og útlegging verður gjørd av einslistum, fáa vit betri asfalt, ið heldur munandi longri. Tað skal vera gott at koyra í Føroyum – bæði hjá okkum, ið her búgva og virka, men eisini hjá teimum mongu, ið vitja land okkara og koyra úr Gásadali til Viðareiðis og suður til Sumbiar.’

Asfaltdagurin 2019 fekk sera góða undirtøku, har meira enn 100 luttakarar høvdu meldað seg til. Luttakararnir komu úr øllum Føroyum, og vóru tey umboð frá kommunum, ráðgevar, byggiharrar, flutningsfeløg og onnur, ið vóru áhugað í at luttaka á hesum áhugaverda degi.

Dagurin hevði eina sera innihaldsríka skrá við m.ø. framløgu um nýggju Samferðsluætlanina, framløgur frá útlendskum stovnum og eisini var orðaskifti millum asfaltformenn í Føroyum, ið snúði seg um høvuðsevnið ‘Gott asfalt – eitt tvørfakligt liðavrik’. At enda varð handað heiðursløn fyri besta asfaltarbeiðið í 2018, og í ár fekk EM Asfalt heiðurin fyri asfaltarbeiðið, teir gjørdu í R.C. Effersøesgøtu í Tórshavn í juni 2018.

Samanumtikið var Asfaltdagurin 2019, ið Landsverk skipaði fyri, ein sera væleydnaður og áhugaverdur dagur.