Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Arvaeginleikarnir hjá sildini kortleggjast á fyrsta sinni

So er gongd av álvara komin á HerGen-verkætlanina – fyrsta sildin er nú sekventera.
Endamálið við verkætlanini er, at kortleggja arvaeginleikarnar hjá sild, og finna arvaliga munin á fýra ymiskum sildastovnum. 

Vitanin er sera hent til stovnsmetingar, stovnsumsiting og menning av burðardyggum fiskiskapi.

Hetta er fyrstu ferð í heimshøpi, arvaeginleikarnir hjá sild verða kortlagdir.

Verkætlanin er skipað sum ein vinnu-PhD hjá Amplexa Genetics A/S, og fer fram á Granskarasetrinum iNOVA við Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu sum PhD lesandi. 
Sunnvør hevur frammanundan lisið lívfrøði á Heriot-Watt University í Edinburgh og genetik á Imperial College í London. 

- Vit vænta, at verkætlanin fer at hava stóran týdning fyri framtíðar stovnsrøkt av sildastovninum, sum Føroyar veiða av. Umframt at kortleggja genetisku samansetingina í sildini, so uppbyggja vit ein genetiskan førleika til at nýta DNA markørar til at staðfesta stovnar. Um verkætlanin gongur sum ætla, so kunnu vit siga, um tað eru ein ella fleiri stovnar, og úr hvørjum stovni ein ávísur fiskur stavar. Harvið byggja vit eisini eitt tól til sporføri, sigur Hans Atli Dahl stjóri í Amplexa Genetics.

Tað eru Amplexa Genetics, Fróðskaparsetur Føroya, Havstovan, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Granskingarsetrið iNOVA og EMBL-EBI í Onglandi, ið samstarva um verkætlanina.

Amplexa Genetics er ein føroysk klinisk-arvafrøðisfyritøka við sæti  í Odense. Bæði Framtaksgrunnur Føroya og Norðoya Íløgufelag/Føroyagrunnurin eru stórir partaeigarar í Amplexa Genetics. 

HerGen- verkætlanin er byrjanin uppá føroyskt virksemi hjá Amplexa Genetics.

Stuðlað HerGen- verkætlanini hava Granskingarráðið, Fiskivinnuroyndir, Felagið Nótaskip, Statoil Føroyar og Danski Innovationsfonden.

-Vit eru sera fegin um, at vit fingu neyðugu peningaupphæddina til at gera hesa verkætlanina, og at føroyska vinnan umframt almennir føroyskir grunnar valdu at stuðla verkætlanini.  Tað er eisini ein viðurkenning, at danski Innovationsfonden valdi at stuðla verkætlanini, sum eina vinnu-Ph.d.-verkætlan, sigur Hans Atli Dahl.