
Ársins Virki 2012 er P/F Luna
Á Vinnudegnum, sum hevur verið í Norðurlandahúsinum í dag, varð avdúkað, at P/F Luna hevur fingið heiðurin sum Ársins Virki 2012. Dómsnevndin legði m.a. dent á tey fíggjarligu úrslitini hjá fyritøkuni, og at P/F Luna støðugt hevur ment sítt virksemi, bæði innan framleiðslu og marknaðarføring.
Grundgevingin hjá dómsnevndini kann lesast við at trýsta á linkin niðanfyri:
Ársins Átak 2012 er P/F Varðin Pelagic
Á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum varð í dag avdúkað, at dómsnevndin hevur valt P/F Varðin Pelagic sum Ársins Átak 2012. Í grundgevingunum vísti dómsnevndin m.a. á, at talan varð um eina neyva verkætlanarstýring í byggiarbeiðinum og tann týdning, sum eitt slíkt virki hevur fyri Suðuroynna og Føroyar sum heild.
Grundgevingin hjá dómsnevndini kann lesast við at trýsta á linkin niðanfyri:
Kelda: Vinnuhúsið