Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Videofilmurin: Ársins ungdómslega í Nesvík 3.-7. august

Aftur í ár hava ung í 8.-10. flokki møguleika at koma á vælumtóktu ungdómsleguna í Nesvík, ið er eitt spennandi alternativ til árligu festivalarnar og tiltøkini, ið standa okkara ungdómi í boði í summar.

Fyrireikarnir siga frá, at roynt hevur verið at komi við nýggjum aktivitetum og einum spennandi evnið til leguna. Væleydnaða Nesvík Open kappingin verður aftur at sígga í ár - ein kapping har styrki og skjótleiki ikki skilir partarnar. Ungdómslegan er ein góður møguleiki at hugna sær saman við vinunum, og ikki minst finna nýggjar vinir fyri lívið!

Tilmelding heldur áfram til 24. juli so skunda tær at tekna teg á www.billetto.dk/ungdmslega

og at lesa meira um leguna á facebook-tiltakinum “Ungdómslegan í Nesvík 2013”. Sí eisini lýsingarfilmin

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=fYXU-qFFODw]