
Aftur í ár skipar Fólkaheilsuráðið fyri kappingini um Ársins roykfría skúla. Kappingin er millum 5. og 10. flokkarnar í Føroyum. Fyri at vera við í kappingini skulu flokkarnir vera roykfríir í ein mánað frá 6. september til 6. oktober.
Freistin at melda til er 6. september, tilmeldingarskipanin lat upp 1. September 2016.
Vinningurin er ein konsert við Danny & Páll frá Danny & the Veetos fyri allan skúlan.
Viðheft senda vit tykkum eina A3 plakat.
Meira kunning um kappingina liggur á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum her
Tilmeldingin fer fram her: https://www.surveymonkey.com/r/KWVMWLD