Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hans Andrias Jacobsen.

Ársins nýbrot í Spaniastovu

Leikar í lund presenterar fyrstu konsert í tónleikarøðini TÓNATOS 2013 í Spaniastovu:

Hann er just komin úr hitanum og av pallinum í Lanzarota. Millum jóla var hann kosin ársins nýbrot á Planet Awards.

12.januar er hann høvuðsnavn í Spaniastovu. Talan er um unga Klaksvíkingin HANS ANDRIAS JACOBSEN, sum á hesi konsertini hevur fingið Grandma’s Basement og Jam obSession at hita upp.

Hans Andrias Jacobsen

Hans Andrias Jacobsen byrjaði at spæla gittar sum 14 ára gamal. “Eg fekk ordiliga blóð uppá tonna tá eg sá Prix Føroyar finalina 2006”, sigur hann. Hans Andrias hevur fingið íblástur frá m.a. Beatles og amerikanska Bon Iver.

Hans Andrias er við í Grandma’s Basement og Jam obSession, eitt tónleikaumhvørvi í Klaksvík, sum hevur verið við til at menna hann. Síðani 2009 hevur hann roynt seg á palli kring landi við egnum sangum bæði einsamallur og við egnum orkestri. Stílurin hann spælir er folk/blues.

Hans Andrias var við sum solistur á Paul McCartney heiðurskonsertunum í 2012 og við egnum orkestri á Summarfestivalinum 2012.

Nógv spælda lagið “I don’t wanna burn” , sum helst hevur havt avgerandi týdning fyri at hann var kosin ársins nýbrot á Planet Awards 2012, prógvar at hann hevur nakrar dygdir.

Atgongumerki fáast í Leikalund ella kunnu bíleggjast á 457151.