Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ársins íverkseti 2013

Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen avdúkaði Ársins íverkseta 2013, á Ársins íverksetaradegi tann 22. marts, á fabrikkini hjá Østrøm niðri á Skálatrøð.

Góði Hans Jákup Johannesen. Vegna Føroya landsstýri vil eg ynskja tær hjartaliga til lukku við heiðrinum at gerast ársins íverkseti 2013.

Mínar damur og harrar

Hans Jákup er føddur og uppvaksin á Skála. Sum ungur fór hann í læru til elektrikara á Skála Skipasmiðju. Síðani gekk leiðin til Grønlands, har hann arbeiddi í fleiri ár. Eftir hetta fór hann á maskinskúla og sigldi síðani í sjey ár hjá Mærsk sum kølimaður.

Hann hevur altíð – líka frá barnaárum - havt ein dreym um at seta á stovn og uppbyggja sína egnu fyritøku. At ganga nýggjar leiðir og skapa nakað nýtt til gagns fyri seg og føroyska samfelagið.

Tað krevur drívmegi at gera hugskot til veruleika.

Íverksetara dreymin gjørdi tú til veruleika á heysti 2010, tá tú stovnaði fyritøkuna Faroe Offshore Service. Fyritøkan leigar út føroyskar handverkarar til arbeiði uttanlands og heima – bæði á landi og í frálandavinnuni.

Fyrstu avtalurnar vóru gjørdar í 2010, og tann 10. januar 2011 fóru fyrstu handverkararnir at arbeiða í Noreg. Hetta vóru elektrikarar, ið vórðu sendir til Ølenvåg at arbeiða á einum boripalli frá Italia, sum kallast Scarabeo 8. Arbeiðið var at umvæla borðipallin eftir ein eldsbruna.

Í fyrsta umfari legði tú teg eftir at senda elektrikarar til Noregs. So við og við varð hetta bygt út til eisini at fevna um smiðir og sveisarar. Og í dag er hópurin vorðin enn meira fjølbroyttur. Tí nú er eisini talan um rørleggjarar og stillasjumenn.

Í dag hevur fyritøkan eini 100 fólk í arbeiði í Norra, sum er størsti marknaður hjá fyritøkuni. Fyritøkan hevur eisini fólk í arbeiði í Afrika og Suðuramerika. Í høvuðsheitum er virkisøkið oljuvinnan. Men fyritøkan hevur eisini fólk, sum arbeiða við vindmyllum. Og hetta er ein marknaður, sum er vaksandi.

Føroyingar hava altíð verið at rokna, sum góð arbeiðsmegi. Og í hesum føri er einki undantak. Skotsmálini, sum Faroe Offshore Service fær uppá føroyingarnar, sum starvast í eitt nú norsku oljuvinnuni, eru góð. Hóast norðmenn kunnu keypa sær bíliga arbeiðsmegi úr londum eystanfyri, so velja teir føroyska arbeiðsmegi framum. Føroyingar eru álítandi, skjótir og siga ikki nei til at taka eitt eyka tak um neyðugt. Eisini skilja og tosa føroyingar norska málið, og er hetta ein stórur fyrimunur.

Faroe Offshore Service er ein fyritøka, sum er vaksin skjótt. Hetta hevur eisini ført við sær, at fyritøkan hevur keypt hús á Skála og innrættað tey til skrivstovu. Uppgávurnar hjá fyritøkuni eru nógvar. Eitt nú fer nógv tíð við at førleikamenna fólk, soleiðis at hesi eru klár at taka uppgávur á seg eitt nú í norsku oljuvinnuni.

Sjálvt um vit í Føroyum ikki hava funnið olju enn, hevur oljuvinnan og møguleikarnir, hon letur upp fyri, fingið fastatøkur í Føroyum. Serliga í Eysturoynni hava vit seinastu 10 árini sæð spírar av fyritøkum, sum hava ment seg at veita tænastur til oljuvinnur aðrastaðni. Eitt nú hevur Skipasmiðjan Mest fingið fótin fyri seg í hesi vinnu, har oljuútgerðarskip verða umvæld. Og dóttirfelagið hjá Mest, Palm Offshore, hevur verið virkið innan oljuvinnuna í meira enn 10 ár.

Um ársins íverkseta 2013 sigur dómsnevndin: Hann er ein íverkseti, sum hevur víst dirvi og áræði at ganga nýggjar leiðir.

Eftir stutta tíð hevur hansara fyritøka víst góð fíggjarlig úrslit. Fyritøkan hevur brynjað og førleikament nógv føroysk starvsfólk til strongu krøvini á útlendska arbeiðsmarknaðinum og hevur sostatt stóran týdning fyri føroyska samfelagið.

Fyritøkan hevur eisini megnað, at skapt nógv avleitt virksemi í Føroyum. Hetta verið seg innan KT, skeiðsvirksemi og flutning millum Føroyar og útlandi.

Sum persónur er ársins íverkseti mildur, men málrættaður. Hann hevur evnini at síggja møguleikar heldur enn forðingar. Hann hevur áræði og dirvi at taka skjótar avgerðir og ganga nýggjar leiðir, samstundis sum hann hevur bæði beinini á jørðini.

Enn einaferð hjartaliga til lukku til tín, Hans Jákup Johannesen - ársins íverkseti 2013.

Takk fyri!