Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ársins íverkseti 2012

Ólavur Ellefsen varð í dag kosin ársins íverkseti.

Ársins Íverksetaradagur varð í ár hildin í Østrøms Fabrik á Skálatrøð í Havn. Eitt ógvuliga hóskandi stað, nú henda gamla fabrikkin í miðbýnum í Havn er dagførd til at rúma eini miðstøð fyri kreativa íverksetan, upplivingarvinnu og list.

Íverksetarahúsið hevði í ár valt at leggja dent á, hvussu vit við kreativiteti og vitan kunnu fáa tað besta burtur úr øllum okkara tilfeingi.

Tónaskaldið Sunleif Rasmussen helt kveikjandi fyrilestur um kreativitet og íverksetan. Sunleif hugleiddi m.a. um, hvussu umráðandi tað er at duga at sameina intuitión og rationella hugsan, fyri at megna at fremja hugskot í verki.

Dánjal Hoydal greiddi frá Keel Solution, ið er ein føroysk eydnusøga úr oljuvinnuni, ið ger bæði tekniskar loysnir og manning til altjóða oljuvinnuna. Kjarnuøkið hjá Keel Solution er stýring av dátu um útgerð á boripallum.

Keel Solution varð stovnað í 2008 og hevur í dag 65 starvsfólk í 9 londum.

Martin Kruse frá Institut for Fremtidsforskning segði frá framtíðar perspektivi í fiskivinnu og matvinnum.

Ársins íverkseti bleiv Ólavur Ellefsen. Ólavur hevur verið við til at stovna fleiri fyritøkur innan kunningar- og samskiftistøkni, seinast fyritøkuna Simprentis, ið lærir fólk um allan heimin um oljuleiting, við teldusimuleringsspælinum OilSim.

Vinnari av kappingini European Business Game fyri miðnámsskúlanæmingar varð eisini kosin í dag. Vinnarin bleiv fyritøkan Grasstastic, ið hevði gjørt eina verkætlan um at menna og selja orkusparandi flagtekjuloysnir til altjóða marknaðin.