Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ársfundur Norðurlandaráðsins 2012

Tíðargrein:

Løgmaður hevur tikið lut í ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í Helsinki. Í hesari grein fari eg at nema við evni, sum eg havi viðgjørt saman við mínum norðurlendsku samstarvsfeløgum.

Altjóða kunning

Mánadagin 29. oktober bjóðaði Áland Føroyum og Grønlandi til fund á Álandskontórinum. Á skránni var upplýsandi tiltak um EFA (European Free Alliance). EFA er ein politiskur flokkur innan fyri ES, sum hevur til endamáls at geva “demokratiska nationalismu og regionalismu” í politiskum høpi ein møguleika fyri ávirkan á evropeiskum stigi, av tí at sjónarmiðini hjá hesum annars ikki verða umboðað í verandi skipan orsakað av lítlu stødd teirra.

Fundurin var sjálvandi áhugaverdur, men eg hugsi ikki, at tað er nakað, sum Føroyar fara at luttaka virkið í næstu árini. Men eg haldi tað hevur týdning, at vit hóast tað fylgja væl við í gongdini, hvussu smærri tjóðarbólkar og landslutir samstarva við tær størru og sterkaru tjóðareindirnar í formiliga ES-bygnaðinum.

Limaskapspurningurin

Eftir kunnandi fundin við EFA umrøddu Føroyar, Grønland og Áland um støðuna hjá londunum í mun til Norðurlandaráðið. Røddir vóru frammi um, at vit í høvuðsheitum fáa nóg mikið burtur úr norðurlendska samstarvinum. Eisini úr Føroyum varð spurningurin settur, um ikki vit fyrst skulu tryggja, at vit gagnnýta verandi møguleikar.

Grønlendingar hildu m.a., at samstarvið virkar væl á mentanarøkinum, meðan tað virkar minni væl á granskingar- og útbúgvingarøkinum.

Fundurin umrøddi eisini trygdar- og uttanríkisviðurskifti. Semja var um, at stórar avbjóðingar liggja fyri framman í Arktis og í Norðuratlantshavinum. Vit skulu sjálvandi vera við til at verja okkara rættindi í økinum kring okkum sjálvi. Tí skulu vit sjálvandi eisini luttaka í øllum viðkomandi samstarvi á økinum á jøvnum føti við grannar okkara.

Eg haldi grundleggjandi, at Føroyar sjálvandi skulu vera við alla staðni har tað ber til, og har tað loysir seg. Eg skjeyt tí eisini upp, at samstarvsráðharrarnir skipa fyri einari kanning, sum skal vísa hvat, ið virkar væl, og hvat ið virkar minni væl hjá Føroyum, Grønlandi og Álandi. Semja var um at fara undir eina slíka kanning.

Samstarvsavtala við Grønland og Áland

Føroyar, Grønland og Áland hava ynskt at økt um samstarvið okkara millum í tí norðurlendska. Eisini hava londini ynskt at styrkt um støðuna í Norðurlandaráðnum, Norðurlandaráðharraráðnum, embætisnevndum o.ø. Tí hava londini skriva undir eina samstarvsavtalu, sum skal virka fyri at londini fara at samstarva enn betri í øllum liðum í tí norðurlendska samstarvinum.

Avtalan hevur við sær, at stjórnarleiðararnir fyri hesi londini møtast í sambandi við ársfundin hjá Norðurlandaráðnum. Tað sama gera tinglimirnir í Norðurlandaráðnum, eins og embætisfólk o.a. møtast fyri at viðgera mál av felags áhuga.

Tað er eingin ivi um, at ein slík samstarvsavtala millum hesi trý londini styrkir bæði samstarvið landanna millum og støðuna hjá okkum í tí norðurlendska samstarvinum. Føroyar hava áður søkt um limaskap í Norðurlandaráðnum. Tað fingu vit ikki tá, men fingu í staðin fyri “Álandsskjalið”, sum skuldu geva okkum fleiri og betri møguleikar í tí norðurlendska samstarvinum. Álandsskjalið hevur fimm ár á baki, og tíðin er vorðin enn meira búgvin til, at vit fara at arbeiða fyri sjálvstøðugum limaskapi í Norðurlandaráðnum. Sjálvt um Grønland og Áland ikki júst hava somu ætlanir enn, so kunnu londini stuðla hvørjum øðrum í teimum málum, sum vit ynskja at røkka saman og hvør sær í tí norðurlendska samstarvinum.

Marknaforðingar og grønur vøkstur

Týsdagin 30. oktober var fundur millum norðurlendsku forsætisráðharrarnar. Á fundinum varð m.a. málið um norðurlendskar marknaforðingar (grænseforhindringer) viðgjørt. Øll londini eru samd um týdningin av, at arbeiðsmegin, lesandi o.o. frítt kunnu virka í øðrum norðurlandi burtur, og ikki minst forða fyri, at nýggjar forðingar stinga seg upp.

Hóast hetta kann tykjast einfalt, so hevur tað víst seg at vera sera trupult at vinna á teimum trupulleikum sum eru. Hetta kemst fyrst og fremst av, at hvørt land sær ger sínar skipanir, sum ikki í nóg stóran mun taka atlit til hini londini. Harnæst eru Danmark, Finnland og Svøríki limir í ES og Noreg og Ísland eru við í EBS samstarvinum, har ES hevur lóggávuræði á fleiri týðandi økjum hjá hesum londum. Tí kemur tað meira enn so fyri, at ES við sínari lóggávu kemur ótilætlað at fremja marknaforðingar millum tey norðurlendsku londini. Við tað at Føroyar ikki er partur av ES ella EBS samstarvinum, hava vit serliga avbjóðingar á hesum øki. Men vit hava fyri stuttum gjørt eina ætlan, sum skal virka fyri, at vit í størst møguligan mun vinna á hesar trupulleikar.

Norðurlendsku forsætismálaráðharrarnir umrøddu eisini “grønan vøkstur” og nýggjan strategi fyri burðardygga menning. Londini hava øll tikið stig til at gera átøk á økinum fyri at skapa “grønan vøkstur”. Her er serliga talan um 8 økir, nevniliga:

1. Menna norðurlendsk samstarv um royndarmiðdepil fyri grønar loysnir

2. Samstarva um útbúgving og gransking innan grønan vøkstur

3. Fremja brúkarasmidleika á tí norðurlenska elmarknaðinum

4. Samstarva um grønar tekniskar normar og standardir

5. Samstarva um grøn almenn innkeyp

6. Menna tøkni og hættir fyri ruskhandfaring

7. Fremja sameining av umhvørvi og veðurlag í menningarsamstarvi

8. Samskipa og styrkja fígging av grønum íløgum og fyritøkum

Burðardygg menning snýr seg um at gagnnýta tilfeingi og nøkta dagsins tørvir í dag, uttan at seta í vanda møguleikarnar hjá framtíðar ættarliðum. Hetta skal vera grundleggjandi hugburðurin í øllum, vit takast við. Norðurlendska virkisætlanin umrøður hvussu burðardygg menning skal virka sum tvørfakligur bindiliður. Vit hava frá føroyskari síðu víst á, at avbjóðingarnar í Arktis og Norðuratlantshavi skulu raðfestast høgt.

Føroyar greiddi eisini m.a. frá, at tað hevði stóran týdning, nú samstarvsráðharrarnir fara at gera eina nýggja strategi fyri tað norðurlendska samstarvið, og at Føroyar, Grønland og Áland fáa so stórt rúm í hesum, sum londini ynskja.

Toppfundur um avbjóðingarnar hjá tí norðurlendska vælferðarstatinum Týsdag seinnapart var toppfundurin ímillum norðurlendsku stjórnarleiðararnar. Evnið fyri toppfundin í ár var avbjóðingarnar hjá tí norðurlendska vælferðarstatinum. Øll heimsins lond eru merkt av búskaparkreppuni. Tó hava norðurlond hagartil megnað at komið ígjøgnum kreppuna lutfalsliga snikkaleys – eisini Føroyar og Grønland.

Hetta er sjón fyri søgn, at norðurlendsku vælferðarstatirnir eru væl fyri, og at vælferðarsamfelagið er ein sterk skipan. Men kreppan hevur eisini víst, at stjórnirnar mugu taka truplar avgerðir, um vælferðarsamfelagið skal koma gjøgnum kreppuna í heilum skapi.

Vit standa frammanfyri avbjóðingum. Miðalaldurin hækkar og tað verða lutfalsliga færri í arbeiðsvirknum aldri. Ein sterkur búskapur og føst fíggjarstýring er neyðug. Kappingarevnini eru undir trýsti frá umheiminum. Í altjóða høpi hava norðanlond tó høgan arbeiðstíttleika og lágt arbeiðsloysi. Nýskipan av vælferðarskipanum og strøm fíggjarstýring hava eisini givið úrslit. Víst varð á loysnir, ið kunnu byrgja uppfyri trýstið á vælferðina. Ein loysn er at miðja eftir at nýta tilfeingi til íløgur í útbúgving og lívlangari læring, heldur enn passivari forsorg. Ein onnur loysn er at leggja størri orku í fyribyrging innan heilsuøki, og at so mong ung sum gjørligt gjøgnumføra teirra útbúgving. Tí burðardygdin í vælferðarstatinum er arbeiðstíttleikin.

Eg haldi norðurlendsku samfelagsskipanina vera heimsins bestu, sum eg eisini vísti á í míni røðu. Hinvegin vildi eg eisini vísa á, hvussu strembanin eftir felags loysnum ofta endar við loysnum, sum hóska til flestu norðbúgvar, men ikki allar. Samstarv millum Norðurlond skal sjálvandi virða smærru økini og tað, sum er serligt og virðismikið fyri hesi.

Tá hugsað verður um framtíðar avbjóðingarnar í arktiska og norðuratlantisku økini, so eiga Føroyar sjálvsagt at luttaka á jøvnum føti við hini Norðurlondini. Tá tosað verður um at raðfesta altjóða samstarv, verjusamstarv o.s.fr., tá skulu vit sita javnbjóðis til borðs, tá tingast verður um okkara egnu øki, eins og vit skulu vera við at taka ábyrgd saman við grannum okkara.

Hetta ber ikki til, sum støðan er í løtuni, so tað eiga vit at broyta. Millum annað tí er neyðugt at endurnýggja umsókn okkara um fullan limaskap í Norðurlandaráðnum.

Samanumtikið

Ársfundurin hevði nógv áhugavert og viðkomandi á skránni. Føroysku umboðini vóru sera virkin á teirra økjum. Tað var eisini sera áhugavert og stimbrandi at síggja og hoyra, hvussu føroysku umboðini tosaðu øll við einari rødd. Halda vit fram við hesum og eini góðari samskipan av tí norðurlendska arbeiðinum, so eru enn betri tíðir í væntu í tí norðurlendska samstarvinum. Vit hava nakað at síggja fram til í komandi tíðum.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður