Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ársfundur hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd

Fríggjadagin var ársfundur hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Í tí sambandi helt Heðin Mortensen, landsstýrismaður, røðu um arbeiðið hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd og eisini um nýggju ferðslutrygdarætlanina, sum arbeiðsbólkur við umboðum frá Akstovuni, Landsverki, Kommunufelagnum, løgregluni, Ráðnum fyri Ferðslutrygd og Samferðslumálaráðnum hava arbeitt við síðani seinnu helvt av februar 2019.

Heðin Mortensen, landsstýrismaður, segði m.a. um arbeiðið hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, at:
‘Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur tey seinastu mongu árini gjørt eitt stórt arbeiði við at gera Føroyar tryggari at ferðast í. Eitt nú hevur ráðið skipað fyri Ferðsludøgum fyri 8. floksnæmingum kring landið, gjørt átøk fyri at steðga rúsdrekkakoyring, ov høga ferð og mangt annað. Sum heild hevur ráðið spílað seg út og gjørt nógv fyri, at vit øll kunnu kenna okkum trygg í ferðsluni... Tí vil eg fyrst og fremst geva Ráðnum fyri Ferðslutrygd eitt stórt herðaklapp fyri hetta megnararbeiðið.’

Eisini segði landsstýrismaðurin, um nýggju ferðslutrygdarætlanina, at:
‘Leingi hevur verið ætlað at endurskoða gomlu ferðslutrygdarætlanina, og sigast má, at hesum hevur tað verið stórur tørvur á, tí at so nógv er broytt í ferðsluni og samfelagnum sum heild tey seinastu 12 árini.... Arbeiðsbólkurin byrjaði at endurskoða gomlu ferðslutrygdarætlanina í seinnu helvt av februar 2019, og eru tey longu komin á mál. Og sigast má at tað hevur verið væl arbeitt uppá rekord tíð.’

Nýggja ferðslutrygdarætlanin verður eftir ætlan kunngjørd fyrst í mai.

Les alla røðuna hjá landsstýrismanninum her.