Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ársfrágreiðing frá Landsverki

Ársfrágreiðingin hjá Landsverki fyri 2011 er nú komin. Frágreiðingin kann lesast og síggjast her:

http://www.landsverk.fo/get.file?ID=8614

Eitt hendingaríkt ár á Landsverki er lagt aftur um bak við bæði stjóraskifti og bygnaðarligum broytingum, eins og fleiri avhendingum av størri og smærri verkætlanum. Í 2011 er eisini nógv orka løgd í arbeiðið at dagføra og útbyggja Samferðsluætlanina fyri Føroyar. Ársfrágreiðingin inniheldur fleiri áhugaverdar greinar, sum lýsa ítøkiligar verkætlanir og upplivingar í farna ári og harafturat eisini greinar, sum lata dyrnar upp fyri framtíðarætlanum og -bygging, tí meira framskygda og hátøkniliga, sum Landsverk eisini stendur fyri.

Niðanfyri eru brot úr nøkrum av teimum evnunum, sum verða viðgjørd í ársfrágreiðingi.

Asfalt verður nú endurnýtt

Meir enn nakrantíð er grøn framleiðsla og endurnýtsla uppi í tíðini. Í hinum Norðurlondum er endurnýtsla av asfalti farin fram í fleiri ár. Nú hevur Landsverk gjørt eina íløgu, sum ger tað møguligt at endurnýta alt avfresað asfalt frá landsvegakervinum.

Síða 17.

Talgild sjókort yvir Føroyar

Í februar komu tey trý týdningarmiklastu sjókortini yvir Føroyar út av nýggjum. Hesi kortini, sum verða tey seinastu, ið koma sum pappírsútgáva, eru grundstøðið undir teimum nýggju talgildu kortunum, sum verða framtíðar sjókortini. Øll skip yvir eina ávísa stødd hava nú skyldu til at hava talgild kort umborð við tekniskari útgerð til at lesa tey av.

Síða 15.

Samferðsla í størri samanhangi

Planlegging er alfa og omega, tá tað snýr seg um samferðslu. Í 2006 tók Landsverk stig til at gera eina heildarætlan fyri føroyska samferðslu undir heitinum “Samferðsluætlan 2008-2020”. Nú kemur onnur útgáva “Samferðsluætlan 2012-2024”, ið er ein dagføring og víðari útbygging av teirri fyrstu ætlanini.

Síða 6-7.

Føroya størsta byggiætlan fer av bakkastokki

Ongantíð áður hevur ein føroyskur byggiharri staðið yvir fyri eini so stórari uppgávu, sum við nýggja Skúladeplinum við Marknagil. Landsverk hevur nýliga sett prosjektsjef at standa á odda fyri hesi stóru bygging.

Síða 8-9.