Ársaðalfundurin hjá Norðoya Tjóðveldisfelag
Týskvøldið 6. mars var ársaðalfundurin hjá Norðoya Tjóðveldisfelag.
Á fundinum var umrøðuevnið, ikki óvæntað, støðan hjá okkara fiskivinnu í dag og hvussu fiskivinnupolitikkurin eigur at verða lagdur til rættis í framtíðini.
Semja var um, at vit ikki kunnu halda fram við tí politikki, ið hevur verið førdur seinastu árini, har hesin hevur niðurpínt okkara heimaflota. Tað hava vit eisini følt sviðan av í Norðoyggjum, her útróðurin er minkaður burtur í lítið og einki av førda politikkinum.
Sum er, ætlar samgongan einki at gera við hetta, men bert at leingja pínuna enn meira við at seta eina rullandi skipan í gongd.
Hetta eru vit hart ímóti, tí tað økir bert um spekulasjónina, sum hevur verið í fiskivinnuni gjøgnum árini.
Tað eigur at bera til at veita fiskiloyvi og brúksloyvi á annan hátt, so tað bert kemur teimum, sum veruliga dríva fiskivinnu, til góðar, og eisini so at øll fiskivinnan verður lønandi. Tað kann man ikki siga, at hon er í dag.
Tað eigur okkara Løgting at finna útav.
Her kann Tjóðveldi hava ein týðandi leiklut, tí flokkurin hevur gjøgnum øll tey seinastu árini víst á, at fiskivinnan liggur í andaleypi. Men tær ráðandi samgongurnar hava ikki vilja gjørt nakað við hetta.
Men kanska eru aðrir polittikarar nú við at vakna, so til ber at fáa eina haldgóða loysn.
Men her má Tjóðveldi ikki við báðum beinum leypa uppí og hjálpa pørtum av samgonguni, meðan aðrir partar ganga fríir. Klárar henda samgongan tað ikki, so má ein onnur samgonga klára tað.** Livst, so spyrst.
Nevndarval var á fundinium, og aftaná fundin skipaði nevndin seg soleiðis:
Jógvan Ravnsfjall, formaður
Jens Sigurd Justesen, næstformaður
Ninni Olsen, skrivari
Nikolina Olsen, kassameistari
Jóan Magnus Magnusson, nevndarlimur
Eykalimir eru Lone Bejer og Jóan Pauli Jacobsen
Sum umboð úr Norðoyggjum í Demokratia var vald: Signy Hansen
Eisini vórðu fýra umboð og eykaumboð vald til flokstingið í Famjin annað vikuskiftið.
Jógvan Ravnsfjall