Arnbjørn Ó. Dalsgarð leiðari á Býarbókasavninum
Tórshavnar kommuna hevur í dag sett Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð í starv sum leiðara á Býarbókasavninum. Hann tekur við starvinum 1. januar 2013.
Arnbjørn Ó. Dalsgarð er 41 ára gamal og útbúgvin bókavørður í 1999. Hann hevur síðan starvast sum bókavørður og serfrøðingur á Landsbókasavninum. Umframt at hava tikið ymsar eftirútbúgvingar, er Arnbjørn virkin í mentanarlívinum, m.a. sum ritstsjóri á skaldskapartíðarritinum Vencil síðan 2006.
Á Býarbókasavninum starvast 14 fólk. Savnið hevur um 100.000 vitjanir árliga, og ein játtanarkarm uppá umleið kr. 7,5 mió.
Býarbókasavnið er í stórari menning, og er í dag, sammett við fyrr, eitt t livandi tilhaldsstað í miðbýnum við ókeypis netsambandi, sjálvgreiðslum og kafé-umhvørvi.