Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Allir fundirnir verða í London, upplýsir Fiskimálaráðið.

Árligu samráðingarnar um ferðandi fiskastovnar

Komandi vikurnar verða árligu samráðingarnar um umsiting av uppsjóvarfiskastovnunum - kongafiski í Irmingarhavinum, kongafiski í Norðurhøvum, svartkjafti, norðhavssild og makreli - fyri 2012.

Føroyar eiga sum strandarland part í bæði makreli, svartkjafti, norðhavssild og kongafiski, og hava hesir fiskastovnar stóran týdning fyri føroyska fiskivinnu og búskapin sum heild.

Byrjað verður 28. september, tá samráðingarnar um umsiting av kongafiski í Irmingarhavinum eru á skránni. Samráðingarnar um kongafisk í Irmingarhavinum hava í nógv ár verið truplar, tí semja hevur hvørki verið um býti ella um árligu heildarkvotuna.

Í ár eru umstøðurnar tó øðrvísi, tí í mars 2011 gjørdu strandarlondini (Føroyar, Grønland og Ísland) og ES og Noreg eina 4 ára avtalu um umsiting av kongafiskinum í Irmingarhavinum. Avtalan ásetur býtið til teir einstøku partarnar og heildarkvotuna komandi árini.

Samráðingarnar um kongafisk í Norðurhøvum verða 29. og 30. september. Her er eingin strandarlandaavtala, og fiskiskapurin seinastu árini hevur ístaðin verið skipaður eftir eini NEAFC samtykt. Fundurin, sum verður í næstu viku, er m.a. eitt høvi til at fyrireika hesa NEAFC samtykt. Samráðingarnar um svartkjaft verða 10. og 11. oktober.

Føroyar, Ísland, ES og Noreg eru strandarlond um svartkjaft. Eisini luttekur Russland sum eygleiðari. Í fjør varð svartkjaftakvotan munandi skerd, og heildarkvotan fyri 2011 varð ásett til einans góð 40.000 tons. Eftir at kanningar eru gjørdar av svartkjaftastovninum í 2011, tykjast útlitini fyri 2012 nakað betur. Hetta gevur vónir fyri framtíðini.

Norðhavssildin verður viðgjørd 13. og 14. oktober. Strandarlond um norðhavssild eru Føroyar, Ísland, ES, Russland og Noreg. Síðst í røðini eru samráðingarnar um makrelin, sum eru ásettar at byrja 18. oktober.

Sum kunnugt er støðan viðvíkjandi makrelinum serlig, tí ongin strandarlandaavtala hevur verið síðani 2010. Málið við samráðingunum er at fáa semju um eitt býti av makrelstovninum og at koma ásamt um eina nýggja avtalu millum øll strandarlondini Føroyar, ES, Ísland og Noreg. Ein fyrireikandi fundur varð hildin millum samráðingarleiðararnar hjá londunum í síðstu viku (21. og 22. september) í London, har høvi var at leggja fram sjónarmið undan komandi samráðingunum.

Fundurin varð hildin í góðum anda, men gav samstundis ábendingar um, at tað standa truplar samráðingar fyri framman. Við í føroysku samráðingarnevndini vera umboð fyri Fiskimálaráðið, Fiskiveiðieftirlitið, Havstovuna, Uttanríkisráðið og Reiðarafelagið.

Allir fundirnir verða í London.