Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Árligi NAFMC fundurin hildin í Reykjavík hesa vikuna

Árligi fundurin millum fiskimálaráðharrar, ella umboð teirra, úr ES, Føroyum, Grønlandi, Íslandi, Kanada, Noreg og Russlandi hevur verið hesa vikuna. Ísland var vertur fyri fundinum, sum varð hildin í Reykjavík 3 og 4 juli.

Høvuðsevnið á fundinum var, hvussu slepst undan útblaking, og marknaðaravbjóðingar og møguleikar.

Semja var um, at málið fyri framman er at steðga útblaking heilt. Heiminum manglar føði, og oyðsl við heimsins tilfeingi kann ikki góðtakast. Í hesum sambandi vórðu ymiskir hættir at sleppa undan útblaking umrøddir.

Viðvíkjandi marknaði varð umrøtt, at prógv fyri, at vørur eru fingnar til vega á burðardyggan hátt, í størri og størri mun er ein fortreyt fyri marknaðaratgongd. Bæði stjórnir og marknaðurin ynskja trygd fyri, at veiðan er fiskað lógliga og burðardygt. Ásannað varð samstundis, at ansast má eftir, at krøv um gjøgnumskygni og sporføri ikki gerast óneyðugar forðingar fyri handli millum lond.

Noreg verður vertur fyri fundinum í 2013.

Fundarskjalið kann lesast við at trýsta á linkin:

http://www.fisk.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2fFisk%2f01_stjornarskrivstovan%2fCommuniqu%26eacute%3b+final.pdf