Árligi ítróttardagurin fyri frítíðarskúlar
Árligi ítróttardagurin verður 15. juni á Svangaskarði. Byrjað verður kl. 10.00 og enda á leið kl. 15.00.
Árligi ítróttardagurin fyri frítíðarskúlar verður 15. juni á Svangaskarði á Toftum.
Ítróttardagurin fyri frítíðarskúlan er vorðin ein fastur táttur á hvørjum ári. Í ár vera tað umleið 250 børn við. Børnini eru úr Eysturoynni, Norðoyggjum og Sundalagnum.
Tiltakið byrjar 15. juni kl 10.00 og endar á leið kl. 15.00.
Kelda: www.nes.fo