Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Árliga kirkjurenningin í Suðurstreymoy jólaaftan

Sjeynda árið á rað verður skipað fyri kirkjurenning í Suðurstreymoy. Tað verður “same procedure as last year”, tí tað vísti seg at vera væleydnað.

Tað er Hvirlan, ið skipar fyri, og byrjað verður á Tórsbreyt kl. 10.00 við at fólk flokka seg til ymsu ruturnar. Fýra leiðir eru at velja ímillum, og á hvørjari leið hevur felagið ein ábyrgdarpersón, sum sær til, at øll koma aftur í øllum góðum:

1. 2,5 km - sokallaði barnatúrurin niðan í Hoyvíkar kirkju og oman aftur. Einki aldursmark er fyri túrin, og í fjør høvdu vit eina fitta ommu við okkum, sum eisini var við uppá at spæla og renna boðrenning á frælsavøllunum aftaná.

2. 7,5 km – har runnið verður fram við nøkrum kirkjum í býnum.

3. 11,5 km – runnið verður fram við øllum kirkjum í býnum.

4. 30,0 km – tann drúgvi túrurin við øllum kirkjum í Suðurstreymoy á skránni (vanligt er at vera aftur í Havn um 12.30-13.00, men til ber eisini at renna til Kirkjubøar og fáa skjúts heim aftur)

Ruturnar eru at síggja á heimasíðu felagsins.

Eins og undanfarin ár eru øll hjartaliga vælkomin við – eisini útisetar og tey, ið bara hava hug at renna ein stuttan túr og fáa fríska luft. Í fjør vóru 70 við í renningini, og var tað met.