Arktiskur ráðharrafundur í Finnlandi
Uttanríkisráðharrarnir í arktisku londunum hava í morgun havt fund í finska býnum Rovaniemi.
Í røðu síni legði Poul Michelsen, landsstýrismaður, dent á, at avbjóðingarnar í sambandi við veðurlagsbroytingar og økt virksemið um okkara leiðir ikki bara skulu síggjast sum trupulleikar og forðingar, men eisini eru møguleikar fyri nýhugsan og menning.
”Vit mugu í felag finna røttu javnvágina millum avmarkað lívfrøðiligt tilfeingi og burðardygga nýtslu. Í Føroyum leggja vit alla orku í hetta. Vit vænta okkum gott samstarv við framskygdar aktørar í Arktis, sum eisini vilja menna nýskapandi arbeiðshættir og tøkni innan aling, nýskapandi nýtslu av vørum úr sjónum innan gastronomi, sniðgeving og móta, og somuleiðis burðardygga handfaring av øktu ferðavinnuni í okkara øki,” segði Poul Michelsen millum annað.
Eftir fundin er semja í Arktiska Ráðnum um, at burðardygg menning og umhvørvisvernd framhaldandi skulu hava hægstu raðfesting í arktiska samstarvinum.
Í sambandi við fundin, nýtti Poul Michelsen høvi at skifta orð við m.a. amerikanska uttanríkisráðharran Mike Pompeo og russiska uttanríkisráðharran Sergei Lavrov.